Tað er cool at syngja um Jesus

Hesa vikuna er árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini í leguhúsinum í Nesvík. Endað verður við konsert á Skála leygarkvøldið

Hóast talið av sangarum ikki er so stórt sum okkurt árið, hava tey tað framúr gott saman á skeiðinum.

- Eg haldi, at felagsskapurin millum okkum er sera góður. Hann er simpelthen bara tað feitasta við hesum skeiðnum, sigur ein av luttakarunum, hin 18 ára gamli Sámal Jákup Jakobsen úr Havn.

Hann er sjálvur ein av mann­ing­ini í tónleikabólkinum “Humble Cry”. Honum dámar eisini sera væl at syngja vanligar gospel­sang­ir, eins og gjørt verður á skeiðinum.

- Tað er ein ótrúliga góð kensla í kórinum, tá vit er liðug við ein sang, og hann bara gekk so gott. Tá merkir tú tað á stemninginum í kórinum, tí øll eru fegin um úrslitið, sigur hann.

Saman við Sámal Jákupi man talið av sangarum liggja um tey 100. Hesi syngja saman fyrrapart og seinnapart, meðan onnur tiltøk eru um kvøldið.

 

Við lív og sál

Skeiðið byrjaði sunnukvøldið og verður vant allar dagarnar, fram ímóti endabrakinum sum er kon­sertin á Skála leygarkvøldið.

Til hetta skeiðið hevur tað eydn­ast fyrireikarunum at fáa fatur á Maud Kofod úr Danmark, sum hevur drúgvar royndir við danska gospelkórinum “Vocation”.

Her fara luttakararnir ígjøgn­um fleiri meiri og minni kendar sangir, sum allir skulu lærast av øllum teimum trimum kórrødd­unum uttan nótar.

Hetta er ein møtimikil, men kortini sera spennandi uppgáva, sum Sámal Jákup og øll hini ganga inn fyri við lív og sál.

Tað er sjálvandi ein munur á at syngja í kóri og so í einum bólki. Í einum kóri er ein fleiri til eina rødd, men í bólkinum eru teir annaðhvørt tríggir ella fýra sum syngja, og tað krevur tí nógv meiri av teimum.

- Eg haldi, at tað er fínasta slag at koma á eitt slíkt skeið at læra sangir og ikki minst um, hvussu vit í einum kóri brúka røddina.

- Hetta verður mær til hjálpar í sangbólki okkara í framtíðini, slær Sámal Jákup fast.