Tað er best einki at gera við tað

Fara vit at pilka við vrakið, kann tað verða ein umhvørvisvanlukka, sigur landsstýrismaðurin

 

– Tað er best einki at gera og at lata tað fáa frið.

Tað sigur Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Um kvøldið tann 3. august 2007 sigldi russiski trolarin, Olshana, á Flesjarnar mitt í Tangafirði, ímillum Streymoynna og Eysturoynna, og fór til botns við 270 tonsum av dieselolju í tangunum, umframt smyrolju.

Og í Løgtinginum hendan dagin vildi Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá landsstýrismanninum í umhvørvismálum, um ætlanin er kanna støðuna, og kanska at taka oljuna upp.

Í triðja lagi spyr hon um ltkanin er at taka nøkur stig fyri at tryggja, at olja, sum er eftir í tangunum, verður verandi í tangunum, og ikki lekur úr teimum.

– Kavarar hava rópt varskó um, at Olshana kann vera ein umhvørvisbumba, har hon liggur á botni, sigur hon.

– Er olja framvegis í tangunum, og er tað trygt at taka hana upp, mælir Umhvørvisstovan eisini til, at tað verður gjørt, leggur hon afturat.

Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at seta nakra kanning í verk, og hann hevur heldur ongar ætlanir um at taka oljuna í tangunum upp.

Og hann staðfestir somuleiðis, at tað ber heldur ikki til at tryggja tangarnar, so at olja ikki lekur úr teimum.

Hann sigur, at nakað av olju lak úr tangunum beint sum hon sakk, men mett verður at einir 200 rúmmetrar av dieselolju eru eftir í tangunum á Olshanu, umframt smyrjolan, sum var umborð.

Í eini frágreiðing frá 2007 varð víst á, at tað ber til at taka olju úr vrakinum, men at tað neyvan ber til at fáa meiri enn 75 prosent av oljuni upp.

Tá varð hetta mett at kosta 8-14 milliónir. Tað ber eisini til at taka alt skipið upp, og tað er mett at kosta 15-20 milliónir, men gongst eftir ætlan, skuldi tað tá borið til at fingið alla oljuna upp.

Umframt at tað er dýrt, er tað ikki vandaleyst at fara undir at taka oljuna upp, ella at bjarga vrakinum, tí vandi er fyri, at oljan lekur úr.

Men verður vrakið liggjandi verður mett at fær vrakið frið, fer tað at taka 50-100 ár til tað er so mikið illa tært, at oljan fer at leka úr tangunum.

– Í frágreiðingini frá 2007 varð mælt til at lata vrakið fáa frið, og at lata oljuna liggja. Tað er nevniliga størri vandi fyri eini umhvørvisdálking við at taka oljuna upp úr vrakinum, ella at taka sjálvt vrakið upp, enn við at lata tað liggja, tí vrakið kann kann brotna av um tvøran, og so fer øll oljan úr tangunum ísenn - og tað verður ein vanlukka.

Men fær vrakið frið, verður mett at oljan fer at seyra so spakiliga úr tangunum, at hon guvar burtur so hvørt, uttan at elva til nakra nevnivert av dálking.

Hann leggur afturat, at hóast tilmælið er 12 ára gamalt, hevur hann fingið at vita beint nú, at tilmælið er tað sama, tí vandin fyri dálking er so stórur, at samanumtikið er tað best einki at gera.

Tá ið eg fái eitt fakligt tilmæli um, at tað er best einki at gera, haldi eg meg til tað, tí fari eg heldur ikki at gera nakað, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at fyri tveimum árum síðani heitti Umhvørvisstovan á táverandi landsstýrið um at kanna vandan við Olshanu, men tey fingu ongantíð nakað svar.

– Hetta er tað sama sum at blaka ábyrgdina frá sær og lata okkara eftirkomarar taka sær av tí, heldur Ingilín D. Strøm.

Hon vísir eisini á, at tað er eisini ein dýr søga at reinsa sjógvin aftur, skuldi olja likið úr tangunum.

– Tí er tað einki at bíða við at gera okkurt við trupulleikan, heldur hon.