- Tað er bara so spennandi

- Tað var tungt at draga hendan toskin av 100 metra dýpi við hondsnellu, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen.

Jógvan Hansen, barberur á Høgabóli og konan, Sunneva Dalsgaard Hansen, sum arbeiddi á sýsluskrivstovuni í Runavík í fleiri ár, dáma væl at flóta í bátinum, tey eiga.

 

Tá løtur eru, eru tey javnan á floti, og soleiðis var eisini í góðveðrinum í dag.

 

Tey royndu á leiðini milum Leitini, tey rópa. Hetta er undir linjunum millum Leirvík og Klaksvík. Tey halda feriu í bátinum og lógu í kvøld í Leirvík.

 

- Tungt var at draga hendan toskin av 100 metra dýpi við hondsnellu. Men, tað er bara so spennandi, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen á sínari Facebook-síðu í dag.

 

Við In.fo sigur hon í kvøld, at tað var hon, ið fekk góða toskin, sum var 90 sentimetrar langur og vigaði 12 pund kruvdur.