Fyri løtu síðan legði Jákup Dam, sum vit kenna frá býráðspolitikki í Tórshavnar kommunu, nakrar myndir út á sína Facebook-síðu, og hesar myndir og frágreiðing vísa, at tað er so skítfult - um vit so kunnu siga - av fiski.
- Í góðveðrinum í gjárkvøldi avgjørdu vit bæði (Jákup Dam og Gunnvá Dam) at seta ein stuttan línustump. Vit settu beint út úr støðni her í Kollafirði, og í morgun hava vit verið og drigið.
Jákup Dam greiðir frá, at veiðan hildnaðist ógvuliga væl - ja, óvanliga væl, sum hann tekur til. - Eg vildi mett, at veiðan liggur millum 500 -600 pund, sigur býráðslimurin, sum eisini hevur lagt nakrar myndir út á sína Facebook-síðu.
##med2##