Jarnbardur eigur sínar trúføstu stu_lar. Ta_ sást væl í Hvalvík. Bæ_i tá i_ kvinnurnar og tá i_ menninir kappa_ust og vunnu, og bæ_i tá i_ báturin var_ flota_ur, og tá i_ hann var drigin aftur.
Ivaleyst er áhugin hjá stu_lunum kveikjandi hjá ró_rarfólkunum, og ta_ man eisini kennast hugaligt at vera stu_ul hjá einum báti, tá i_ manningarnar eru so stinnar, sum tær umbor_ á Jarnbardi hava veri_ higartil í ár.
Stinnastar av øllum eru kvinnurnar umbor_ á Jarnbardi. Á Hvalvík vunnu tær fyri tri_ju fer_ av trimum í hesum kappingarárinum. Sigurin var sannførandi, og ta_ ta_ skal vilja heilt ø_rvísi til í teimum f_ra kappingunum, sum eru eftir í hesum ró_rarárinum, um nakar skal taka fremsta plássi_ frá teimum í nakrari kapping.
Jarnbardur var_ fremstur mest sum beinanvegin. Og hóast manningin ikki helt, at umstø_urnar at rógva vóru naka_ serligar, so var ta_ skjótt, at hann var runnin eina bátslongd frá hinum bátunum.
Munurin øktist ongantí_ til nógv meiri enn eina bátslongd. Men ta_ kendist næstan sum um, at tær umbor_ á Jarnbardi vóru nøgdar vi_ henda munin. Um tær høvdu havt veri_ pressa_ar, so høvdu tær ivaleyst havt knotur til at lagt uppaftur meiri í. Solei_is kendist ta_ í hvussu so er.
Lómur av Argjum var leingi næstfremstur. Tær høvdu onkra løtuna hug at bjó_a Jarnbardi eitt sindur av, men ta_ gjørdist ongantí_ rættulig kapping.
Tá i_ umlei_ hálvt máli_ var rógvi_, bjó_a_i Páll Fangi Lómi av í kappingini um næstfremsta plássi_. Tann kappingin gjørdist long, og hon gjørdist tøtt. Páll Fangi vann ta kappingina, men munurin frá Páll Fanga og til Lóm var bara ein skutur ella so.
Innanfelags kapping í Havnar Ró_rarfelag var um fjór_a plássi_. Gongurólvur vann á Víkingi. Munurin var eitt sindur meiri enn ein hálv bátslongd. Sølmundur var nummar seks, og kvinnurnar umbor_ á Sundabátinum noyddust enn eina fer_ at ásanna, at ta_ framvegis væntar nógv í, á_renn tær ver_a førar fyri at vera so væl vi_ í kappingini, sum Sundabáturin er, tá i_ menninir eru umbor_.
Eingin megna_i at hótta Jarnbard. Ivaleyst fara summir av trúføstu stu_lunum vi_ su_ur til Vágs, og út frá avrikunum og úrslitunum higartil er ta_ heilt væl skiljandi, um ta_ ver_ur rokna_ vi_ og vænta_, at Jarnbardur eisini á Jóansøku fer at vera fyrstur á mál. Alt anna_ hev_i veri_ heilt undarligt. Higartil hevur ta_ bara veri_ kappast um næstfremsta plássi_.
6-mannafør. kvinnur
1 Jarnbardur 05.39.02
2 Páll Fangi 05.42.26
3 Lómur 05.43.56
4 Gongurólvur 05.51.39
5 Víkingur 05.54.32
6 Sølmundur 05.56.79
7 Sundabáturin 06.13.92