Tað er bara ein máti at loysa stóru íbúðarneyðina

Bústaðir fara aldrin at klára at loysa bústaðarneyðina, er løgtingsmaður sannførdur um

Tað er bara ein máti at koma ovurhonds stóru bústaðarneyðini til lívs. Tað heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík.

 

Nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í gjár, vóru tað nøkur tingfólk sum eisini umrøddu tað stóru íbúðarneyðina kring landið, sum hevur ta avleiðing, at prísurin á húsum og íbúðum er farin heilt upp í loft og tað er nú so dýrt sum aldrin áður at seta búgv.

 

Fleiri politikarar fegnaðust um, at tað er so stórur fólkavøkstur í Føroyum. Men teir vístu samstundis á, at bústaðarneyðin er ein stór forðing fyri fólkavøkstri, tí tey, sum flyta heim, fáa einki at búgva í. Var bústaðarneyðin ikki so stór, høvdu enn fleiri fólk flutt til Føroya, meta løgtingslimir.

 

Jógvan Skorheim heldur, at tað fer aldrin at henda seg at Bústaðir klára at byggja so mikið av íbúðum til at loysa neyðina.

 

Tí er einasti máti at at eisini kommunur fáa heimild til at byggja bústaðir, sigur Jógvan Skorheim. Hann ivast ikki í, at tað hevði ført til eina nógva bygging kring landið – og tá kundi hvør kommuna sær bygt eftir tørvi í kommununi.

  

Magni Laksáfos, uttanflokkatingmaður, staðfestur, at prísurin á bústaðum er ein spurningur um eftirspurning. Eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið og tí er prísurin so høgur.

 

Samstundis er tað ógvuliga nógv virksemi í byggivinnuni og eisini tað trýstir prísin upp. Tí er tað eisini ein trupulleiki, at tað almenna er í holt við so nógva bygging, og sostatt »leggur hald« á so stóran part av hondverkarunum. Og tey, sum rinda prísin fyri hetta eru tær familjur, sum skulu seta búgv, og tað er ein prísur tey rinda alt lívið.

 

Og hann ásannar, at tað er bara ein máti at loysa trupulleikan og tað er at bera so í bandi at fleiri bústaðir verða bygdir.

 

Kári P. Højgaard vísti eisini á ta serligu støðu, tey á útoyggj eru í, tí tey fáa ikki lán úr bankanum til at byggja sær hús, tí bankinvil hava trygd í húsunum fyri láninum, men á útoyggj eru húsini so lítið verd, at tað er so lítil trygd í tí hjá bankunum.

 

– Eisini hann spurdi, hví tað bara skal vera ein landsuppgáva at byggja bústaðir. Er hugsar hann um Bústaðir. Tí spurdi hann, hví ikki eisini kommunur sleppa at byggja bústaðir. Tað heldur hann er so sjálvsagt, tí kommunurnar kenna tørvin í kommununi, og tað eru kortini tær, sum gera grundstykkini byggibúgvin.

 

– Sleppa kommunurnar at byggja, hevði prísurin á bústøðum eisini farið munandi niður, tí kommunur klára at byggja bíligari enn privat gera, tí privat skulu eisini hava vinning av byggingini.