Tað er bannað at selja skrúð frá drotningini

Tvey heiðursmerki frá danska kongshúsinum eru sett til sølu á ebay. Tað er ólógligt, upplýsir Kongshúsið.

Nógv brúka lýsingarheimasíður, tá tey skulu finna eina bíliga sofu, ella tá gamla PH lampan skal seljast.
Men í hesum døgum eru tvær heilt óvanligar lýsingar sæddar á amerikonsku lýsingar- og uppboðssøluheimasíðuni ebay. Talan er um tvey heiðursmerki frá danska kongshúsinum, sum eru sett til sølu, skrivar danski miðilin A4 Nu.
Annar kostar 1.499 dollarar, sum er 10.168 krónur. Meðan hin kann fáast fyri 915 krónur. Men tað verður ikki mælt til at keypa. Tí tað er faktiskt ólóglit at selja heiðursmerki, sum eru fingin frá Kongshúsinum.
A4 Nu hevur verið í sambandi við Kongshúsið fyri at frætta, hvussu tey fyrihalda seg til, at heiðursmerkini eru settir sølu:
– Innsiglið í donskum heiðursmerkjum – tað vil siga sjónligu prógvini upp á Dannebrogordenen og Elefantordenen sum til dømis riddarakrossin – eru bara latin tí, sum fingið hevur heiðursmerki við skyldu at lata tað innaftur, sum í veruleikanum merkir, at heiðursmerkið bara er til láns. Tað merkir, at tey skulu latast aftur til Kongshúsið (Ordenskapitlet), tá tann, ið hevði fingið tað, er deyður. Av somu orsøk er ikki loyvt hjá hvørki tí, sum fekk heiðursmerkið ella arvingunum at selja tey, skrivar samskiftisdeildin hjá Kongshúsinum í einum telduposti til A4 Nu.
Kongshúsið upplýsir eisini, at tað verður tikið í serastórum álvara, tá tey verða gjørd varug við sølu av slíkum heiðursmerkjum.
– Um Ordenskapitlet fær kunnleika um, at donsk heiðursmerki verða sett til sølu, verður krav gjørt ímóti søluni, og kravt verður at fáa heiðursmerkini. Tað kunnu vera serligir trupulleikar í hesum sambandi, um sølan er í útlondum. Tað er tó so seint sum í síðstu viku eydnast Ordenskapitlet at fáa steðgað sølu á útlendskari internetuppboðssølu.
Sambært Kongshúsinum eru tey heiðursmerki, sum nú eru til sølu á ebay, eftir øllum at døma ektað. Kongshúsið hevur tí eisini sett seg í samband við ebay fyri at steðga søluni.
– Vit royna altíð at steðga sølu av donskum heiðursmerkjum, tá mett verður, at talan er um ektað heiðursmerki við afturlatingarskyldu. Soleiðis var í omanfyri nevnda dømi, skrivar Kongshúsið til A4 Nu.
Greinin kann lesast her: a4nu.dk/artikel/kongehuset-skrider-ind-vil-forhindre-salg
a4nu.dk/artikel/kongehuset-skrider-ind-vil-forhindre-salg