Tað er bannað at brenna spillolju

- Vit eru varug við, at spillolja verður brend í fýrum, sum ikki eru góðkendir av Umhvørvisstovuni, siga tey í Runavíkar kommunu.

- Vit vilja upplýsa, at spillolja skal handast til eitt góðkent spilloljuverk, og tað er bannað at brenna spillolju aðrastaðni.

 

Tað siga tey í Runavíkar kommunu, nú nýggjárið liggur fyri framman. Víst verður á, at spillolja er vandamikið burturkast, og tað krevst ein umhvørvisgóðkenning fyri, at tað skal verða lógligt at brenna spillolju.

 

Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur góðkenningina, og spillolja kann latast til IRF, sum hevur nýtt spillorkuverk á Hagaleiti í Leirvík.

 

- Vit eru varug við, at spillolja verður brend í fýrum, sum ikki eru góðkendir av Umhvørvisstovuni, siga tey í Runavíkar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at spillolja kann innihalda mong ymisk evni, ið eru skaðilig fyri livandi verur, luft, jørð, vatn og hav.

 

- Í lóggávuni stendur, at ein og hvør, sum handfer ella burturbeinir serliga dálkandi burturkast, hevur ábyrgdina av, at hetta ikki elvir til dálking ella vanda fyri dálking av luft, jørð, vatni og havi.

 

At enda siga tey í Runavíkar kommunu, at loyvt er at brenna burturkast, sum ikki er dálkandi, í eldstaði og smáum ovnum.