– Tað er alt ella einki

Sarah Mahfoud æltar sær at blíva heimsmeistari í annaðkvøld

VM-boksidysturin í morgin er uttan iva størsti og mest týðandi dysturin á yrkisleiðini hjá hálvføroyska boksaranum Sarah Mahofud. Hon skal boksa móti núverandi heimsmeistaranum Brenda Karen Carabajal um heimsmeistaraheitið í fjaðurvekt.

Sjálv følir Sarah Mahfoud eitt stórt trýst nú dagin áðrenn stóra brakið.

– Trýstið er stórt. Mann vil jú fegin gera tað so gott sum gjørligt. Eg hopi, at øll tey, sum stuðla við at koma og hyggja at dystinum, trúgva uppá meg, so eg kann levera og vinna heimsmeistaraheitið. Tað hevði verið keðiligt, um eg ikki gjørdi tað, sigur 30 ára gamla Sarah Mahfoud við Ekstra Blaðið. 

Hon roynir ikki at hugsa ov nógv um trýstið.

– Tað er alt ella einki. Gongur tað galið - hvat so? So veit eg slett ikki, hvat hevði hent. So tað er bara eitt at gera, og tað er at vinna hendan dystin, og eg haldi veruliga, at eg føli meg meira klára enn nakrantíð, sigur hon.

Fyri seks vikum síðani fekk Sarah Mahfoud nýggjan venjara, sum eitur Sherman Williams. Tey bæði finna væl út av tí saman.

– Hann kemur við góðum ráðum. Hann er super cool og fortelur mær góðar søgur. Hann arbeiðir við nøkrum tingum og sigur mær, hvat er gott, og hvat eg skal fokusera uppá. Eg havi sera stóra virðing fyri honum, tí hann hevur sjálvur boksað í so nógv ár. Við sínum royndum veit hann, hvat hann tosar um, sigur hon við eb.dk.

Dysturin millum Sarah Mahfoud og Brenda Karen Carabajal byrjar klokkan 18:00 í morgin.