Tað er als ikki nøktandi, at rutusigling er til Mykinesar bara fýra mánaðir um árið.
Tað heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Tí hevur hann nú spurt Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, hví siglingin út í Mykines er skerd, so at oyggin onki sjóvegis samband hevur átta mánaðr um árið, tí rutusigling er bara frá 1. mai til 31 august. Harumframt verður siglt í heystfrítíðini.
Jørgen Niclasen vil eisini hava at vita, um Hendrik Old hevur fingið heimild til at skerja siglingina.
Hann vísir á, at undanfarna samgonga hækkaði játtanina til Strandferðsluna, soleiðis at Mykines hevði regluliga rutusigling til heystfrítíðin var av.
Men nú er siglingin so aftur skerd, so at hon endar tann 31. august. Og hetta hendir, hóast játtanin, og fortreytin fyri henni, ikki eru broyttar.
Tí vil Jørgen Niclasen eisini hava at vita, hvørja heimild er brúkt, nú siglingin til Mykinesar er skerd.










