Ta_ er aftur vor_i_ gerandisdagur á Skála

Fyri fyrstu fer_ í ár noyddust skálamenn fara av heimavøllinum uttan at hava vunni_, og nú hava teir tapt tvær fer_ir í tríggjar dagar

Skálamenn eru sí_stu lítlu vikuna orduliga komnir ni_ur aftur á jør_ina. Mikukvøldi_ taptu teir 2-0 í Runavík. Ta_ var kanska at liva vi_. Meinari rakti ta_, at teir leygardagin fyri fyrstu fer_ í ár noyddust av heimavøllinum vi_ ongum. EB/Streymur vitja_i, og teir struku nor_ur aftur á Mølina vi_ fullari úrtøku.
Skála leg_i bragdligari fyri. Teir høvdu fríska loti_ inn á st_ribor_sloringina, og teir vóru ofta í brotsteiginum hjá móstø_umonnunum. Men ta_ eydna_ist teimum ikki at spæla seg til heilt upplagdar møguleikar. Næst vi_ vóru teir, tá i_ mi_vallarin í høgru, Hanus Thorleifsson, sendi í tvørtræi_ aftanfyri Gunnar á Steig.
Gestirnir vóru væl skipa_ir í verjupartinum, har Gert Hansen og Fró_i Clementsen í mi_verjuni megna_u at halda Jónhardi Frederiksberg og Boga Gregersen frá fatinum. Tá i_ eitt stórt korter var fari_, fekk EB/Streymur máli_, sum hev_i vi_ sær, at ta_ vóru teir, sum avgjørdu, hvørjum fyritreytum ta_ skuldi spælast eftir. Eftir uppspæl í vinstru lá flata innleggi_ hjá Hans Paula Samuelsen akkurát har ta_ skuldi - millum verjuna og málverjan. Sorin Anghel var akkurát ov seinur fram, men vi_ handara stólpan var Hallur Jacobsen leysur og st_rdi bóltinum í kassan.
Heimali_i_ helt á at tr_sta, men søgan var tann sama. Teir megna_u ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Onkra fer_ina fingu teir horna, uttan at naka_ spurdist burturúr. Fimm minuttir undan hvíldini fingu teir mál eftir dey_bólt. Úr 20 metra fjarstø_u smekka_i mi_verjin Arnhold Berg úr eitt sindur til vinstru og upp um manngar_in og inn vi_ nærra stólpanum.
Máli_ tóktist bera vi_ sær, at Skála eftir ste_gin skuldi leggja tr_st á. Teir vóru grammir, og teir vóru onkra fer_ina framvi_. Men tá i_ eitt korter var fari_, koppa_i ta_ aftur til fyrimunar fyri EB/Streym. Eftir langa framlegging gjørdist Sorin Anghel púra leysur innanfyri frammarlaga staddu verjuna. Hann bí_a_i me_an bólturin stikla_i eina fer_. Júst tá i_ hann skuldi mi_ja móti málinum, fór hann um koll. Dómarin bríksla_i fyri brotssparki. Ta_ vóru skálamenn ikki væl nøgdir vi_. Teir hildu, at ta_ var bólturin, sum var_ spældur, og at álopsma_urin sí_ani datt um beinini. Ta_ metti dómarin ikki, men hann vísti kortini ikki rey_a korti_ fyri ney_bremsu.
Sonni L. Petersen var tryggur úr ellivu metrum, og fimm minuttir seinni var hann meistari fyri tri_ja málinum. Skála hev_i hornaspark. Bólturin var_ sendur út í vinstru til Hans Paula Samuelsen, sum spældi diagonalt til Bár_ Olsen, i_ beinanvegin eftir ste_gin var komin á vøllin fyri skadda Hall Jacobsen. Bár_ur fór vi_ tann spentar ál frameftir, spældi sí_ani mitt fyri til Sonna L. Petersen, sum vi_ fer_ var runnin frá verjuni. Heini Kristiansen kendi seg noyddan at leypa út, men Sonni sendi framvi_ honum og í kassan.

Umskipa_u og satsa_u
At EB/Streymur eftir fimm minuttum hev_i skora_ tvey mál tók luftina úr heimali_num. Fyri at bøta um saknin av Paula G. Hansen á mi_vøllinum høvdu teir umskipa_ solei_is at Iulian Florescu var sentralur mi_vallari, me_an Rúni Rasmussen var í høgru, og Bár_ur Danielsen í vinstru.
Skála fekk ikki fatur á mi_vøllinum, solei_is sum teir hava havt fyrr í ár. Teir fingu ikki samanspæli_ at hanga saman, og talan var ikki um longu og neyvu diagonalu skiftini, sum fyrr í ár hava lirka_ mótstø_uverjurnar upp.
Sí_stu løtuna royndu teir at spenna álopsbogan. Teir høvdu bara tríggjar í verjuni og tríggjar heilt frammi. Eugen Stanciu ella Pujo, sum teir kalla hann, var_ settur inn í álopi_, og ta_ eydna_ist honum at minka um munin, tá i_ hann eftir langa framlegging eftir mi_ásinum setti framvi_ málverjanum, sum hev_i kent seg noyddan at leypa út.
Tá resta_u ta_ seks minuttir, stutt eftir var Pujo aftur nær vi_, men heimali_i_ kom ikki nærri einum stigi. EB/Streymur var væl skipa_. Ta_ hevur stóran t_dning, at Marni Djurhuus aftur er førur fyri at spæla alla tí_ina, og Sorin Anghel og Sonni L. Petersen eru so skjótir og fullir í sjálvsáliti, at teir eru førir fyri at seta øllum verjunum grá hár í høvdi_. Serliga tá i_ ta_ er ney_ugt hjá mótstø_uli_num at leypa á. Ta_ var ta_ mest sum alla tí_ina hjá skálamonnum, og ta_ sekta_i EB/Streymur teir fyri.


Skála-EB/Streymur 2-3 (1-1)
0-1: Hallur Jacobsen 17.
1-1: Arnhold Berg 40.
1-2: Sonni L. Petersen br 60.
1-3: Sonni L. Peterseen 65.
2-3: Eugen Stanciu 75.)
Dómari: Odmar Andreasen
Skála: Heini Kristiansen - Rúni Rasmussen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Bár_ur Danielsen (Ronni Hansen, 80.) - Hanus Thorleifsson (Eugen Stanciu, 75.), Nenad Stankovic, Iulian Florescu, Alexandur Johansen - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Nenad Stankovic, Iulian Florescu, Eugen Stanciu
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl H. Høgnesen, Gert Hansen, Fró_i Clementsen, Jóhann á Stongum - Hallur Jacobsen (Bár_ur Olsen, 4.), Jákup Martin Joensen (Knút Vesturrún, 88.), Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen (Esmar Ei_isgar_, 86.) - Sonni L. Petersen, Sorin Anghel
Gult kort: eingin