Tað er aftur vorðið eitt sindur dýrari at liva í Føroyum

Prísirnir eru farnir eitt sindur upp - men ikki meiri enn vanligt

 

Í fjør varð tað eitt sindur dýrari at liva í Føroyum.

Hagstovan hevur roknað seg fram til, at í miðal vóru prísirnir í Føroyum 1,3 prosent hægri í fjør enn teir vóru í 2018.

Hetta er ikki óvanligt, tí hesi seinastu tvey árini hevur vøksturin verið ímillum eitt og 1,5 prosent um árið

Annars vísir tað seg, at tað eru tað eru klæðir og skógvar, sum eru dýrkað mest, tí fórða ársfjórðing í fjør vóru klæðir og skógvar 5,6 prosent dýrari enn fyri einum ári síðani.

Tann størsti bólkurin er matur og drykkjuvørur, og tað var 2,3 prosent dýrari í fjórða ársfjórðingi í fjør enn tað var í fjórða ársfjórðingi í 2018.

##med2##

 

Men ein stór útreiðsla hjá fólki er at hava tak yvir høvdið og í hesum sambandi vísir Hagstovan á, at rentuútreiðslurnar til sethús eru lækkaðar 4,6 prosent, men afturfyri er tað vorðið 4,9 prosent dýrari at leiga sær bústað.

Annars eru prísirnir á samskiftið, lækkaðir 3,5 prosent.