Í kvøld verður sjøtul settur á fjórða umfari í bestu fótbóltsdeildini, tá ið tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi.
33 ferðir hava NSÍ og Víkingur dystast í landskappingini, síðani Víkingur – felagsliðið hjá teimum í Eysturkommunu – sá dagsins ljós í 2008.
Í kvøld klokkan 19 verður 34. grannauppgerðin, tá ið NSÍ eigur heimavøll við Løkin.
Felags fyri allar 33 landskappingardystirnar millum NSÍ og Víking er, at eingin er endaður málleysur. Næstan hvørja ferð er annað liðið farið av vøllinum við fullari úrtøku.
Einasta undantakið var í Sarpugerði í 2012, tá ið úrslitið var 1-1.
Tølini siga, at Víkingur hevur takið á NSÍ við Løkin, har sekstan grannauppgerðir hava verið. Víkingur hevur vunnið ellivu ferðir, og NSÍ hevur vunnið fimm ferðir.
Tilsaman hevur Víkingur vunnið 21 ferðir, og NSÍ hevur vunnið ellivu ferðir. Málmunurin er 63-42 til fyrimunar fyri Víking. Harvið eru í miðal skorað fleiri enn trý mál í hvørjari grannauppgerð.
Í kvøld er Víkingaliðformaðurin Atli Gregersen leikbannaður, eftir at hann í 3-1 tapinum ímóti HB í Gundadali síðsta sunnudag sá reytt. Fyri útvísingina er hann leikbannaður ein dyst. Hjartvard Hansen er skaddur í lærkrikanum, og Jákup Vatnhamar Olsen er skaddur í knænum.
Fyri NSÍ var 2-0 tapið og avrikið í grannauppgerðini á Skála síðsta leygarkvøld stórt vónbrot. Tað kann hugsast, at onkrar broytingar vera á liðnum í kvøld. Eitt nú er møguleiki fyri, at Pól Jóhannus Justinussen verður fluttur av vongverjanum og fram á miðvøllin.
Tveir av framrættaðu monnunum, sum tað hevur verið roknað nógv við, eru framvegis skaddir. Teir eru Petur Knudsen og Øssur Dalbúð.
NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen klokkan 19.00.