Tað endaði við trimum heimasigrum

Tað endaði við trimum heimasigrum ídag. B68 vann 1-0 á Svangaskarði ímóti B36, B71 vann 1-0 á heimavølli ímóti AB, og HB vann 2-0 í Gundadali ímóti Víkingi.

 

----------

Liðugt!

90 min

1-0

 

75 min.

1-0

Heimaliðið tykist hava tak á tí. Ebbe Kristin Thomsen og Símun Hansen hava havt upplagdar málmøguleikar, men Heðin Stenberg í AB málinum hevur vart meistarliga væl fyri.

 

60 min

1-0

Sandoyingar bíða, og tá ið AB kennir trýst á sær at leypa á, eru spentar støður, tá ið heimaliðið fer í snarálop. Mikkjal Hentze var púra leysur, men AB málverjin, Heðin Stenberg, bjargaði.

 

 

45 min

1-0: Ebbe Kristin Thomsen 44.

Fyrstu ferð innskifti maðurin hevði bóltin, sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann smekkaði til, og umvegis stólpan brast bólturin í meskarnar.

Hálvleikur!

 

15 min.

0-0

AB hevur lagt ógvuliga bragdliga fyri, meðan heimaliðið hevur ligið aftari og dúvað upp á møguleikan fyri mótálopum. Higartil hevur spælið ikki verið serliga væl skipað.

 

B71-AB

Dómari: Páll Augustinussen

 

----------

Liðugt

1-0

90 min

1-0

3 minuttir lagdir aftrat.

 

75 min

1-0

B36 trýstir meiri, og heimaliðið verjir. Talan er kortini ikki um upplagdar málmøguleikar.

 

65 min

1-0

Keita er settur inn á B68 miðvøllin í staðin fyri málskjúttan Óla Olsen (62.).

 

60 min

1-0

B36 er væl meiri ágangandi, enn gestirnir á Svangaskarði vóru í 1. hálvleiki. Næst við at fáa mál var B36, tá ið Róaldur Jacobsen sendi bóltin á stólpan.

Eli Simonsen hjá B68 hevur sæð gult.

 

55 min

1-0

B36 hevur framt tvær skiftingar. Hjálgrím Elttør, sum hevur verið plágaður av skaða í knænum, er komin inn fyri Jákup á Borg, og Magnus Olsen er settur inn á høgra vongverja í staðin fyri Johan Ellingsgaard.

 

Hálvleikur

1-0

Síðstu løtuna undan steðginum var Ndende tvær ferðir tætt við. Fyrst sendi hann dygst framvið, og síðani sendi hann við høvdinum bóltin í tvørtræið.

 

40 min

1-0: Óli Olsen 39.

Øssur Hansen spældi langt og djúpt úr vinstru og diagonalt. Aftanfyri B36 verjuna tamdi Óli Olsen, sum smekkaði bóltin í málið.

 

 

30 min

0-0

Gongdin á Svangaskarði er tann sama, sum hon alla tíðina hevur verið. Nógvir tættir nærdystir, men ikki serliga væl skipað spæl, og upplagdu málmøguleikarnir eru ikki nógvir.

 

10 min

0-0

Góð fótbóltslíkindi, men spælið hevur higartil ikki verið so væl skipað. Higartil hava ikki verið serliga upplagdir málmøguleikar, burtursæð frá at bæði liðini hava havt hornasparksstøður.

 

B68-B36 1-0 (1-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Óli Olsen, Ndende, Eli Simonsen, Niklas Joensen - Remi Langgaard, Jóhan Petur Poulsen

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Oddmar Færø, Simitrij Jankovic, Herbert í Lon Jacobsen - Klæmint Matras, Bárður Olsen, Róaldur Jacobsen - Høgni Eysturoy, Jákup á Borg, Christian R. Mouritsen

 

-----------

Liðugt!

90 min

2-0: Levi Hanssen 90.

Í snarálopi megnar innskifti miðvallarin at renna frá Áslaki R. Petersen, sum var einsamallur í miðverjuni. Geza Turi hálvbjargaði fyrstu royndini, og síðani skoraði Levi.

Í yvirtíðini fer Andrew av Fløtum út, og Jógvan Skeel Nolsøe verður settur inn í HB álopið.

 

85 min

1-0

Finnur Justinussen er farin út. Miðverjin Atli Gregersen er fluttur fram í Víkinga álopið, og Áslakur R. Petersen er settur inn í miðverjuna.

 

75 min

1-0

Bæði liðini skifta út.

Hjá HB loysir Vagnur Mohr Mortensen Tór-Ingar Akselsen av.

Hjá Víkingi loysir Per Gregersen Hjartvard Hansen av.

 

70 min

1-0

Støðurnar frammanfyri bæði málini eru spentari og fleiri nú, enn tær vóru í 1. hálvleiki. Víkingur er meiri ágangandi, og tað ber eisini við sær, at tað er meiri opið frammanfyri Geza Turi.

Andrew av Fløtum hevur stútað dygst framvið, og í hinum endanum hevur Súni Olsen verið sera tætt við.

Leikferðin er hægri nú, og intensiteturin í nærdystunum størri!

 

60 min

1-0

Víkingur hevur misnýtt brotsspark. Súni Olsen varð feldur. Hann royndi seg sjálvur úr ellivu metrum. Bólturin var uttarlaga, men málverjin og stólpin bjargaðu í felag.

Milan Kuljic var upprunin til brotssparkið, og hann er nú avloystur av Levi Hanssen.

 

50 min

1-0: Símun Samuelsen 50.

HB hevur lagt seg á odda eftir frísparksroynd. Símun Samuslen royndi seg við beinleiðis frísparki. Bólturin tók í manngarðin, og harvið varð Geza Turi so mikið snýttur, at bólturin fór í málið.

 

40 min

0-0

HB sparkar fótbólt, og miðverjan hjá Víkingi, Niclas Niclasen og Atli Gregersen, hevur gott tak á, tá ið bólturin verður sendur fram í ovara luftløgunum.

Fyri lítlari løtu síðani hevur HB risastóran møguleika. Eftir innlegg úr høgru vóru bæði Rógvi Poulsen og Milan Kuljic í góðari støðu, men tað varð bjargað á strikuni.

 

 

30 min

0-0

Gongdin er tann sama. Síðstu løtuna hevur Víkingur verið grammari, men málmøguleikarnir eru fáir og smáir.

 

10 min

0-0

HB hevur bóltin meiri enn mótstøðumenninir. Víkingur bíðar og strembar eftir skjótum umstillingum.

 

HB-Víkingur 2-0 (0-0)

Dómari: Dagfinn Olsen

Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen - Tór-Ingar Akselsen, Milan Kuljic (Levi Hanssen, 59.), Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

Gult kort: Milan Kuljic

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar, Nenad Stankovic, Súni Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hjartvard Hansen - Finnur Justinussen

 

Støðan eftir 11 umfør

HB 24

NSÍ 22

EB/Streymur 18

ÍF 18

Víkingur 16

B36 14

B68 13

B71 12

AB 7

FC Suðuroy 6