Tað endaði við stórtapi

Wales vann í nógvum regni og vindi fyrsta EM undankappingardystin í hesum umfari 6-0

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti varð av álvara kjølhálað, tá ið tað í kvøld var í fyrstu royndini í nýggju EM undankappingini.

Á Tórsvølli og í regni og frískum loti var Wales mótstøðuliðið. Wales riggar nú til at fara til hús við 6-0 sigri eftir 2-0 í hálvleikinum.

Úrslitið er heilt øðrvísi, enn úrslitini vóru, tá ið føroysku kvinnurnar síðst spældu ímóti Wales. Tað var í 2006, tá ið Wales vann 2-1 á heimavølli. Í 1996 spældu Føroyar og Wales. Tá vann Wales 1-0 í Føroyum, men í 1995 vunnu Føroyar 1-0 á útivølli í Wales.

Føroyska liðið var ikki væl skipað frá fyrsta bríksli, og tað kostaði beinanvegin tvey mál. So funnu føroysku kvinnurnar betri saman, liðið fótaði sær, og fram til steðgin var støðan 2-0. Í fyrra hálvleiki misnýtti Wales brotsspark, sum varð sent omanfyri føroyska málið.

Síðsta stóra hálva tíman skoraði Wales fýra mál, og gestirnir høvdu møguleikar at skora uppaftur fleiri mál.

Føroyar høvdu ein stóran møguleika. Tað var í seinna hálvleiki, tá ið walisiski málverjin kiksaði, tá ið hon ætlaði at spæla bóltin fram á vøllin. Heidi Sevdal fekk á brotsteigarmarkinum fatur á bóltinum, men tað eydnaðist ikki at skora.

Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður mánadagin í Hvítarusslandi.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Føroyar – Wales 0-4 (0-2)

EM undankappingardystur

Á Tórsvølli hósdagin 29. august 2019 kl. 17.00

0-1: Natasha Harding 4.

0-2: Emma Jones 6.

0-3: Natasha Harding br 58.

0-4: sjálvmál 67.

0-5: Natasha Harding 79.

0-6: Roberts 93.

Dómari:  Ivana Pejkovic úr Croatia

Føroyar: Anna S. Hansen - Julia Naomi Mortensen (Rebekka Benbakouru, 82.), Lív F. Arge (Olga Kristina Hansen, 73.), Durita Hummeland, Katrina Akursmørk - Evi á Lakjuni (Sara Samson Lamhauge, 86.), Eyðvør Klakstein, Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jakobsen, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal.

Á beinkinum: Monika Biskopstø, Marita á Fríðriksmørk, Annika Ragna Christiansen, Sanna Svarvadal,, Jónvá Hentze, Sarita Maria Mittfoss