LIÐUGT
5-1
90) 5-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
89) 5-1
Nú var tætt við, at føroyingar vunnu seg í sera góða støðu, tá ið Patrik Johannesen og Gilli Sørensen vóru um reppið at vera tveir ímóti einum, men avgerandi sendingin var ikki nóg neyv.
87) 5-1
Nú er leyst í føroysku verjuni, men tað spælir væl av.
84) 5-1
5-1: Nélson
Eftir innlegg frá Ronaldo úr høgru rakar bólturin í Odmar Færø, og so er Nélson blankur mitt fyri og tveir metrar úr málinum.
83) 4-1
Kaj Leo í Bartalsstovu roynir seg við skoti av brotsteigar samankomingini í høgru, og málverjin bjargar.
81) 4-1
Føroyar skifta út: Karl Løkin avloysir René S. Joensen.
Portugal skiftir út: Nélson Oliveira avlooysir André Silva.
80) 4-1
Føroyska horna endar við skjótum portugisiskum álopi, sum endar við frísparki til Føroyar.
79) 4-1
Føroyar fáa horna í høgru, sum Kaj Leo i Bartalsstovu ger seg kláran at taka.
77) 4-1
Leikferðin er væl lægri nú, enn hon hevur verið.
74) 4-1
Eliseu roynir seg við skoti úr átjan metrum, og Gunnar Nielsen bjargar til horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.
72) 4-1
Føroyar skifta út: Patrik Johannesen avloysir Jóan Símun Edmundsson, sum harvið verður tøkur ímóti Andorra sunnudagin. Tað hevði hann ikki verið, um hann hevði sæð gult í kvøld.
Portugal skiftir út: André Gomes avloysir João Moutinho.
70) 4-1
Einki spyrst burturúr portugisiskum horna í vinstru. Portugal hevur havt trý horna og Føroyar einki.
68) 4-1
Í løtum eru góðir glottar í føroyska samanspælinum. Eftir uppspæl í vinstru smekkar Gilli Sørensen til av brotsteigarmarkinum. Bólturin strýkur fram eftir vøllinum, men málverjin bjargar.
66) 4-1
Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar.
64) 4-1
4-1: Cristiano Ronaldo
Føroyska verjan verður spæld sundur og saman, og so skorar Ronaldo fyri triðju ferð í kvøld.
59) 3-1
Portugal skiftir út: Quaresma loysir João Mário av.
58) 3-1
3-1: William Carvalho
Hetta var ikki nóg gott. Ronaldo er púra blankur, tá ið horna úr vinstru verður tikið út frtá nærra stólpa, og tá ið hann leggur innfyri, er William Carvalho púr blankur, tá ið hann umvegis handara stólpa við høvdinum stýrir bóltin í málið.
56) 2-1
Eftir innlegg úr vinstru stútar André Silva mitt fyri málinum, men Gunnar Nielsen bjargar lættliga.
55) 2-1
Hugalist er tað at staðfesta, at verjuparturin riggar væl, og at hann ger tað, sjálvt um føroyingarnir ikki brúka so øgiliga orku.
52) 2-1
Bernardo Silva misnýtir skammiliga mitt fyri málinum eftir fínt samanspæl og sending frá Ronaldo. Bólturin fer út til málspark.
51) 2-1
Ronaldo roynir seg aftur við skoti, og Gunnar Nielsen hálvbjargar til Odmar Færø, sum spælir væl frá sær.
49) 2-1
Portugal hevur verið í álopi síðani seinni hálvleikur byrjaði. Nú varð Ronaldo spældur leysur, hann smekkaði til, bólturin fór uppum málið, og hjálpardómarin veitraði fyri rangstøðu.
47) 2-1
Portugal leggur fyri sum ódnarveður, men føroysku spælararnir eru fattir og lata seg ikki taka av fótum.
46) 2-1
Somu spælararnir eru komnir á vøllin aftur. Føroyar geva bóltin upp.
---
Tað er gott lag í føroyslu leguni, nú teir eru farnir at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik. Eftir trupulleikar í verjuspælinum - serliga í vinstru - kom gott skil á, tá ið tað varð broytt til 5-4-1.
Ronaldu skoraði tvær ferðir - seinnu ferð við brotssparki - men so var tað, at Føroyar minkaðu um munin. Fyri triðju ferð skoraði Rógvi Baldvinsson á landsliðnum, og hesaferð var tað í 25. ferðini, sum hann umboðar Føroyar.
Enn er langt á mál. Avbjóðingin er nú at halda tørn, at hava væl skipaðan verjupart og at duga at varðveita bóltin, tá ið okkara fáa fatur á honum. Higartil hava Føroyar havt bóltin í 27 prosent av tíðini.
Jóan Símun Edmundsson hevur verið sera eyðsýndur, tá ið hann hevur megnað - illa kroystur av fleiri mótstøðumonnum - at varðveita bóltin, so viðspælararnir hava høvi at fara longri fram á vøllin.
HÁLVLEIKUR
2-1
45) 2-1
Gunnar Nielsen bjargar til horna í høgru.
41) 2-1
Ronaldo tveitir seg, tá ið lagt verður fram í brotsteigin eitt sindur úr vinstru. Hann vil hava brotsspark, men dómarin tigur, og Ronaldu er ikki blíður.
38)2-1
2-1: Rógvi Baldvinsson
Jínas Tór Næs kastar inn úr høgru, Odmar Færø snittar víðari, og Rógvi Baldvinsson, sum í kvøld spælir fyri 25. ferð á landsliðnum, heilfluktar í netið. Sera flott!
36) 2-0
2-0 málið var sera harmuligt. Trýstið var linkað nakað, og dómurin kendist bíligur. Málið bar við sær, at portugisar mentust eina løtu. Kanska eru teir linkaðir eitt vet aftur.
33) 2-0
Ronaldo roynir seg av brotsteigarmarkinum, Gunnar Nilesen hálvbjargar sera væl, og tað endar við málsparki.
29) 2-0
2-0: Cristiano Ronaldo br
Róaldur Jakobsen stingur beinið fram dygst innanfyri brotsteigarmarkið, Jao Mário fer um koll, og serbiski dómarin peikar á ellivu metra blettin. Gunnar Nielsen tveitir seg til høgru, og Ronaldo er ísakaldur, tá ið hann lyftir bóltin í nettakið í mótsattu síðu.
28) 1-0
Portugal fær brotsspark
26) 1-0
So var Ronaldo aftur tætt við. Eftir innlegg úr vinstru rennur hann fram til nærra stólpa og stútar, men bólturin fer uttanfyri stólpan.
25) 1-0
Nú líkist føroyska spælskipanin alt meiri 5-4-1.
23) 1-0
Gunnar Nielsen er ikki populerur millum áskoðararnar, sum halda, at føroyski málverjin gevur sær ov góðar stundir í sambandi við deyðbóltsstøður.
17) 1-0
Risa møguleiki til Føroyar eftir innkast og fínt uppspæl í høgru. Jóan Símun Edmundsson fær ikki rættiligt skot á, og málverjin bjargar lættliga.
16) 1-0
Rógvi Baldvinsson og Jónas Tór Næs gera mistøku í verjupartinum, og tað ber beinanvegin vandamiklar støður við sær frammanfyri føroyska málið.
14) 1-0
GULT KORT: Cédric sær gult fyri at toga Gilla Sørensen niður. Róaldur Jakobsen tekur sær av frísparkinum, men tað er ikki neyvt, og Odmar Færø røkkur í brotsteiginum akkurát at snitta bóltin út til málspark.
13) 1-0
Portugisar eru støðugt á bóltinum, og føroysku spælararnir arbeiða øgiliga nógv í verjupartinum.
10) 1-0
Tað er heilt galið í vinstra verjuborði. Ferð eftir ferð brýtur Portugal ígjøgnum í høgru.
08) 1-0
Gilli Sørensen bjóðar av og vinnur fríspark, sum Gunnar Nielsen tekur sær av. Tað endar við føroyskum innkasti í vinstru.
06) 1-0
At tað eru tríggir í miðverjuni, og at tað eru kantspælarar og ikki vongverjar tykist longu nú at bera við sær, at tað er gott pláss í borðunum í føroysku verjuni.
05) 1-0
Eftir langt innkast úr vinstru og útfrá, smekkar Viljormur Davidsen til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer væl omanfyri málið.
03) 1-0
1-0: Cristiano Ronaldo
Eftir innlegg úr høgru leggur Ronaldo seg aftanfyri handara stólpa flatan og heilfluktar í netið. Hann var púra leysur.
02) 0-0
Gunnar Nielsen hevur bóltin fyrstu ferð.
01) 0-0
Portugal leypur á og Føroyar geva horna í høgru.
00) 0-0
Liðformenninir heilsa upp á hvønn annan og dómarabólkin.
Portugal gevur bóltin upp.
00) 0-0
Spælararnir heilsa upp á hvønn annan.
00) 0-0
Portugisiski tjóðsangurin rungar nú á stadion.
00) 0-0
So lurta vit eftir Tú alfagra land mítt.
00) 0-0
Atli Gregersen gongur á odda fyri Føroyar, og Cristiano Ronaldo gongur á odda fyri Portugal, nú liðini ganga inn á vøllin.
00) 0-0
Tað ræður um hjá føroyingunum at vera væl skipaðir í verjupartinum og so at varðveita bóltin í eina løtu, tá ið heimamenninir vera ágangandi og leggja trýst á. Tá ræður tað um, at føroysku spælararnir eru snildir og megna at sneiða seg úr fyrsta pressinum.
00) 0-0
Spælararnir eru farnir av vøllinum, og nú gera teir klárt at ganga inn á vøllin fyri at hoyra tjóðsangirnar, áðrenn tað verður klárt at fara undir sjálvan dystin.
00) 0-0
Føroysku áskoðararnir síggjast væl við merkinum, og tað er ikki frígg, at teir eisini hoyrast. Heimaáskoðararnir eru øgiliga mælskir. Tað verður avbjóðing hjá føroysku spælarunum at samskifta.
00) 0-0
Í oktober í fjør vann Portugal 6-0 á Tórsvølli. Síðani tá hevur verið neyðugt hjá føroyska venjaranum Lars Olsen at gera fleiri broytingar á liðnuim.
Fimm av teimum, sum vóru við tíggjunda oktober í fjør, eru ikki á liðnum í dag: Bárður J. Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen og Brandur H. Olsen. Um teir høvdu verið tøkir, so man lítið vera at ivast í, at fýra teirra høvdu verið millum teir fyrstu ellivu. Nú hevur Lars Olsen tikið teir ellivu, sum eru tøkir, og sum hann roknar at vera teir bestu at manna liðið í kvøld.
Portugal: Rui Patrício - Cédric, Pepe, José Fonte, Eliseu - Joao Mário, Joao Moutinho, William Carvalho, Bernardo Silva - Cristiano Ronaldo, André Silvo
Føroyar: Gunnar Nielsen - Atli Gregersen, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson - Jónas Tór Næs, Sølvi Vatnhamar, Róaldur Jakobsen, René Schack Joensen, Gilli Sørensen, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson, Eli Falkvard Nielsen, Karl Løkin, Patrik Johannesen, Klæmint A. Olsen
Teir hita upp í Porto, har HM undankappingardystur millum Portugal og Føroyar verður klokan 19.45.
Tað eru 25 hitastig, og sólin hevur skinið av heiðum himni í allan dag.
Vøllurin er sera góður.
Dómarabólkurin er úr Serbia: Srdjan Jovanović, Milan Mihajlović, Uroš Stojković og Bojan Nikolić, sum er fjórði dómari.