Nú skal alt skifta navn: Akstovan, Posta, Mest, Mess, Fast, Last og Brast. Hvat skal hetta til? Og herferðin móti staðanøvnum heldur fram. Stockholm verður eyknevndur Stokkhólmur. Hvussu skal Bornholm so eita? Trollhättan má so eita Trøllahettan. Tann koreanska hálvoyggin er blivin til Koreanesið, og hálvoyggin Krim verður kallað Krimnesið, hóast hon líkist øllum øðrum enn einum nesi.
Eisini stavingin verður broytt - og ofta til tað ókenniliga. Vit hava í nøkur hundrað ár havt eitt land í Suðuramerika, sum eitur Chile. Tað var har, at USA-stuðlaðir fascistar tóku ræðið í 1973, og í 1647 var ein av heimsins allarringastu jarðskjálvtum har. Har var ikki steinur eftir á steini í høvuðsstaðnum Santiago. Føroyingar byggja skip í Chile, og vit kappast við chilenarar um laksaaling.
Vit kenna væl hetta heita landið í tí spanskttalandi Amerika. Men nú verður landið knappliga stavað KILI. Eisini av Sosialinum. Hví? Er tann føroyska stavifløkjan ikki nóg stór? Hava vit brúk fyri størri óklárheit? Hava vit brúk fyri einum babyloniskum hurlivasa í staving?
Tað er vælkend psykologi, at vit uppfata orð sum heildir, ikki sum einstakar bókstavir. Tá ið ein føroyskur sjómaður hoyrið navnið Aberdeen, so hevur hetta heilt klárar associatiónir, kanska góð minnir, sum bara verða órógvað av Apardín, sum onkur kundi funnið upp á at kallað býin.
Av órannsakiligum orsøkum verða íslendsk staðaøvn ikki broytt í tí føroyska atlassinum. Hví man tað vera? Vit eiga at lata onnur fáa sama rætt. Brúka tey nøvn, sum fólk á staðnum brúka. Tað eru internationalir specialistar samdir um: Altso: CHILE.(MT)