Fjórða og seinasta uppgerðini millum Føroyar og Rumenia var seinasti dysturin í HM 2010 undankappingini. Hvørki Føroyar ella Rumenia høvdu nakað at spæla fyri.
Les eisini: (1. partur) Tá Hagi søkti Føroyar
Frammanfyri 10.500 áskoðarum vann Rumenia 3-1. Iulian Apostol legði Rumenia á odda longu aftaná eitt korter. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tóktist Gheorghe Bucur at hava avgjørt dystin, tá hann skoraði til 2-0.
Les eisini: (2. partur) 4x Florin Raducioiu á Svangaskarði
Sjey minuttir fyri tíð kom tó vend í. Egil á Bø er fyrstur á eitt frísparksinnlegg og minkar um munin til 2-1. Eina løtu leggur Føroyar trýst á, men tveir minuttir fyri tíð slær Ionut Mazilu sigurin fastan, tá hann skorar til 3-1.
Les eisini: (3. partur) Tepurt tap í yvirtali
Rumenia – Føroyar 3-1(1-0)
1-0 Iulian Apostol, 16
2-0 Gheorghe Bucur, 65
2-1 Egil á Bø, 83
3-1 Ionut Mazilu, 88
Føroyar: Jákup Mikkelsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Súni Olsen – Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen(Christian Høgni Jacobsen, 82.min), Jákup á Borg, Símun Samuelsen, Christian L. Holst(Bogi Løkin, 69.min) – Rógvi Jacobsen(Arnbjørn Hansen, 76.min)
Á bonkinum: Meinhardt Joensen, Bartal Eliasen, Jann Iingi Petersen, Jóhan Troest Davidsen
Venjari: Brian Kerr
Kelda: (Faroesoccer)