Tað eru tvey lið, sum seinastu umførini hava havt soltna úrtøku, sum hittast í Klaksvík sunnudagin. Eftir javnleik ímóti HB og sigur á ÍF hevur KÍ tapt tvær ferðir 3-0, og nú brennur rættuliga undir uppflytarunum.
Stinni miðverjin, Sørmundur Kalsø, varð útvístur í Streymnesi. Hann er leikbannaður, og avloysari í miðverjuni er Jógvan Isaksen.
Týdningarmiklasti KÍ spælarin í ár hevur verið liðformaðurin Hjalgrím Elttør. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti EB/Streymi. Fyrst í vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men í gjárkvøldið vandi Hjalgrím við fullari ferð.
Hjá NSÍ er miðverjin Jens Joensen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar. Vongverjin Einar T. Hansen sá mánakvøldið gult fyri 8. ferð, og tískil er hann leikbannaður hesa ferð. Toppskjúttin Klæmint A. Olsen fór av vøllinum longu í 1. hálvleiki ímóti ÍF. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.
NSÍ er í ongamannalandið, og mánakvøldið sást tað væl, at teir gulu og svørtu ikki høvdu so nógv at spæla fyri sum teir reyðu og hvítu. Nú er mótstøðuliðið aftur eitt, sum spælir fyri lívinum, og spurningurin er, hvussu tað fer at eydnast monnunum hjá Paula Poulsen at manna seg upp.
Fyrr í summar vann NSÍ 2-1 í Klaksvík. Tá ið KÍ vitjaði við Løkin eftir summarfrítíðina var úrslitið 3-3.