- Eg meini tað, hann smakkar akkurát sum ísurin í Køkubúðini. Soleiðis plaga tey at taka til her í Havn, tá kramarhúsísurin er serliga góður.
Men hvør kramarhúsísur í høvuðsstaðnum er tann besti? Úrvalið er stórt nokk. Tær fýra bensinstøðirnar og tær báðar Activ-kioskirnar selja ís mest sum allar sólarringin. Í miðbýnum er títtleikin á sølustøðunum stórur, Mylnan liggur ovast í gongugøtuni, Tórs cafe í Býarbókasavninum og Eta í Vágsbotni, og í SMS kanst tú keypa ís tvey støð, bæði í kioskini uttan fyri Miklagarð og í Burger King.
Nú eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum spæla ein leiklut, tá ein slíkur kramarhúsísur verður gjørdur. Onkuntíð tykist tað mest sum tilvildarligt, hvussu stórur ísurin verður, hvussu flótandi hann er ella hvussu nógv drúss, tú fært. Tí verður ein slík kanning altíð eitt sindur tilvildarlig, men er tað ikki altíð soleiðis við slíkum kanningum? Alt í alt, so skal úrslitið sjálvandi takast við fyrivarni, sum ein løtumynd, og ikki sum ein ævigur sannleiki.
Stórur munur var í øllum førum á teimum sjey ísunum, sum vit royndu flaggdagin, bæði í smakki, prísi og úrvali av tilhoyri. Kramarhúsísur er als ikki bara kramarhúsísur allastaðni. Ein greiður vinnari var tó, meðan tað eisini vóru tvey støð, sum duttu niðurímillum í kappingini.
Og hvør smakkar so júst sum tann í Køkubúðini? Eg veit satt at siga ikki, meg minnist meg ikki at hava etið ís úr køkubúðini nakrantíð – og ivist stórliga í, um nakar veruliga man minnast, júst hvussu hann smakkaði.
Úrslitið av smakkiroyndini sært tú í HON, blaðnum hjá Miðlahúsinum, sum er borið út í hvørt hús í dag.










