Tað brennir undir Wenger

Heldur ikki í ár eydnaðist tað Arsenal at vinna nakað av teimum stóru steypunum

Tvær áttandapartsfinalur hava verið leiktar í Champions League kappingini í kvøld.

 

Undan dystunum vóru Bayern Munchen og Real Madrid stórir favorittar ímóti Arsenal og Napoli.

 

Og talan var eisini um sannførandi sigrar frá báðum liðunum, tá avtornaði í kvøld. Merkisvert var, at úrslitini í báðum dystunum vóru akkurát tey somu sum í teimum fyrru dystunum, tí Bayern Munchen vann 5-1 móti Arsenal aftur í kvøld, meðan Real Madrid eisini vann 3-1 í kvøld móti Napoli.

 

Lítið bendi tó á í fyrra hálvleiki, at úrslitini skuldu verða soleiðis. Bæði Arsenal og Napoli førdu nevniliga í hálvleikinum í teimum báðum dystunum.

 

Men í seinna hálvleiki skrædnaði tað fullkomiliga hjá teimum. Serliga illa fór tað at ganga hjá Arsenal, tá verjuleikarin, Laurent Koscielny, varð vístur av vølli við reyðum korti. Arsenal var tá á odda 1-0.

 

Stóri ósigurin ber við sær, at Arsenal venjarin, Arsene Wenger, nú er trýstur. Í Premier League er Arsenal trýst til at klára topp fýra plasering, meðan Europa nú er rokið fyri í ár. Tað ljóðar at hann longu í summar verður útskiftur, har Juventus venjarin, Massimiliano Allegri, tykist besta boðið uppá ein avloysara.

 

Í hinari áttandapartsfinaluni var Sergio Ramos stóra hetjan. Miðverjin javnaði fyrst til 1-1 í seinna hálvleiki, og var eisini við tá Real Madrid kom á odda 2-1, áðrenn áleyparin, Alvaro Morata, slerdi sigurin fastan móti dystarenda til 3-1.

 

Í annaðkvøld vera tvær aðrar áttandapartsfinalur spældar. Tá spæla FC Barcelona og Paris Saint Germain í Barcelona, meðan Dortmund og Benfica møtast í Týsklandi. 

 

Dystirnir í kvøld:

Arsenal – Bayern Munchen 1-5 (1-0)

1-0 Theo Walcott, 20.

1-1 Robert Lewandowski (brotsspark), 55.

1-2 Arjen Robben, 68.

1-3 Douglas Costa, 78.

1-4 Arturo Vidal, 80.

1-5 Arturo Vidal, 85.

 

Napoli – Real Madrid 1-3 (1-0)

1-0 Dries Mertens, 24.

1-1 Sergio Ramos, 51.

1-2 Dries Mertens (sjálvmál), 57.

 

1-3 Alvaro Morata, 90.