Tað bragdar hjá línuflotanum

Í morgun landa fýra línuskip, tvey á Toftum, eitt í Havn og eitt á Eiði.

Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at Stapin, sum hevur verið undir Íslandi, hevur gjørt ein góðan túr. Teir hava nógv mest av svartkalva, sum reiðaríið hevur selt beinleiðis, meðan umleið 45.000 pund verða seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.

Tað ljóðar, at veiðan hjá Stapanum hendan túrin er mett til umleið 1,3 miljónir krónur í avreiðingarvirði, og tað er ein óførur línutúrur.

Línuskipið Kambur landar eisini í dag. Teir hava roynt undir Føroyum. Eisini hjá Kambi er ein fittur partur av veiðini seld beinleiðis, meðan restin verður seld á marknaðinum í morgun. Tað er serliga longa og toskur, sum eru seld beinleiðis.

Sum skilst, hevur Kambur eisini gjørt ein hampiliga góðan túr.

Á landingarmiðstøðini Bárðuni í Havn landar línuskipið Váðasteinur, sum hendan túrin hevur roynt á Reykjanesrygginum. Váðasteinur hevur eini 80.000 pund, og ein stórur partur av veiðini hjá teimum er toskur.

At enda kunnu vit upplýsa, at línuskipið Mýlingur, sum er fyrrverandi Margit, landar á Eiði í dag. Teir hava roynt á djúpum, veiðan er um 200 kassar, og meginparturin er svartkalvi.