Tað bleiv til 10 minuttir

Gúppu-gate er av, og speisemið vildi tað soleiðis, at veðrið var enn verri í kvøld.

Ein av mest umtalaðu dystunum í lægru føroysku deildunum í nýggjari tíð, 2. deildardysturin ímillum Skála og ÍF, sum bleiv avbrotin átta minuttir fyri tíð av tí at ÍF-málverjin gúppaði allar bóltarnar burtur, er nú loksins blivin liðugt spældur.

 

FSF gjørdi av, at teir átta írestandi minuttirnir skuldu spælast lidnir, og tað blivu teir so á Skála í kvøld. Nakrir spælarar gramdu seg um ringt veður tá ið upprunaligi dysturin varð spældur 17. septembur, men lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at veðrið var enn verri í kvøld.

 

Les eisini: ÍF møtir - men hevur ikki fult lið

 

Í oysregni, vindi og kulda í kvøld høvdu hvørki Skála ella ÍF fulla manning við til teir síðstu átta minuttirnar. Dysturin varð tó bríkslaður í gongd, tí tað mundi vera í áhugamálunum hjá báðum liðunum at fáa hendan margháttiliga dystin avgreiddan.

 

ÍF var ágangandi og spældi seg til nakrar heilt góðar møguleikar, men tað eydnaðist ongum at skjóta mál, og tí endar dysturin við 2-0-sigri til Skála. Dómarin legði tveir minuttir afturat, so í grundini blivu hesir víðagitnu átta minuttirnir til 10.

 

Les eisini: Skulu spæla seinastu átta minuttirnar