Tað bleiv ein góður dagur hjá KÍ

(Frá Rás2) KÍ fekk sigursmálið ímóti dystarenda, og samstundis mistu oddaliðini stig, staðfestir KÍ-liðskiparin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná KÍ hevði vunnið 1-0 á EB/Streymi við einum sigursmáli, sum Albert Adu skoraði, tá 86 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Jonas Flindt Rasmussen heldur, at tað var frustrerandi at síggja nógvar góðar málmøguleikar verða brendar, og klokkan gekk, og tí var tað ein ótrúliga stórur forloysingur at fáa sigursmálið.

 

Samstundis fingu oddaliðini ikki fult, so nú er KÍ bert tvey stig aftanfyri Víking og Suðringar.

 

Jonas Flindt Rasmussen heldur, at øll liðini í effodeildini eru meir ella minni væl fyri, og tað má arbeiðast hart í hvørjum dysti fyri at fáa ein sigur heim.