Tað bilar einki at hann spældi í ælabogalittum bandi

– Hetta er ikki eitt mál, sum fyllir hjá okkum, og tað verður tað heldur ikki, sigur forkvinnan í HSF, nú liðskiparin á honbóltslandsliðnum spældi við ælabogalittum liðskiparabandi stutt aftaná heitt kjak í fótbóltsheiminum um hetta

 

Tá føroyska hondbóltslandsliðið spældi ímóti Kekkia fríggjakvøldið, var liðskiparin Kjartan Johansen í ælabogalittum liðskiparabandi. Hetta var nakað, sum leikararnir høvdu avtalað sínámillum at gera. 

Men Hondbóltssambandið visti ikki av nøkrum, áðrenn dysturin bleiv floytaður í gongd.

– Satt at siga høvdu vit ikki tosað um hatta áðrenn, so eg visti ikki, at hann spældi við tí, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Men hetta er ikki nakað, sum HSF ætlar sær at gera nakað serligt burturúr, líka sum Fotbóltssambandið gjørdi.

– Hetta er ikki eitt mál, sum fyllir hjá okkum, og tað verður tað heldur ikki. Fyri okkum betýðir tað ikki so nógv, sigur forkvinnan.

– Eg havi einki ímóti, at tað verður spælt við ælabogaliðskiparabandi. Men eg haldi tó, at tað hevði verið skilagott, um vit blivu spurd áðrenn, so vit kundu taka eina støðu, sigur hon.

##med2##

At liðskiparin á hondbóltslandsliðnum nú spældi við ælabogabandinum kann síggjast sum eitt prik til Fótbóltssambandið, sum fyri tveimum vikum síðani heitti á leikarar og dómarar um ikki at spæla í ælabogalittari útgerð. Argumentið var, at fótbólturin ikki skal vera politiskur, sum tey hildu, at ælabogafløggini vóru. 

– Persónliga skilji eg ikki, at man ger hatta til eitt stórt mál. Eg haldi ikki, tað kann samanlíknast við at renna við eitt "X við A"-armband, sum jú er meira politiskt. Fyri meg eru ælabogafløggini bara eitt útrykk fyri, at ítróttur er eitt stað fyri øll, óansæð religión, húðarlit og seksualitet, sigur Gunn Ellefsen.

– Eg haldi tað vera umráðanadi, at pláss er fyri øllum. Allur mismunur skal sum skjótast beinast burtur, um har er nakar mismunur, sigur hon og leggur aftrat, at hon heldur tað vera ótrúliga hugaligt, at mann kann vera felags um nøkur ting, sjálvt um mann er politiskt ósamdur.