Tað besta til tín í Klaksvík

Góð orð eru heilsubót fyri menniskja og tí hevur LIVA boðið Martini Joensen, Steintór Rasmussen, Anna Mariu Olsen og Pætur við Keldu at fylla høllina við sangi og vøkrum tónum.

LIVA er ein stevna har vitan, vørur og vælvera eru í hásæti. Men ein pallur verður sjálvandi eisini til livandi tónleik, sum fer at seta sín serliga dám á dagin.

Smáar framførslur verða gjøgnum dagin og klokkan 22 verður hugnalig kvøldseta, har spælt og sungið verður úr dýrabæra sangskattinum hjá Martini Joensen og Steintóri Rasmussen, sum geva nakað av tí besta til eina lívsjáttandi løtu í badmintonhøllina í Klaksvík leygarkvøldið.