Tann besta: The Ghost
The Ghost er ein spildurnýggjur bólkur, ið millum annað er mannaður av Filip Mortensen, sum er kendur úr The Story Ends. Filip er ein serstakliga charmerandi ungur maður, sum eg leingi havi hildið verið millum teir feitastu sangararnir, sum eru aktivir í føroyska rokk umhvørvinum í dag. Hann hevur eina snjalla og klæna rødd, sum skilir hann úr rúgvuna og hevur, í Mínari meining, havt potentiali at lyfta hann á eitt heilt egið støði. Fríggjakvøldið rakk hann so fyri mítt viðkomandi hetta støði. Hann minti onkuntíð um Prince, sum hann stunaði, andaði og gneggjaði (og sang, sjálvandi!) og við sínum fima dansi og ófantaliga gittarspæli, vísti Filip seg bæði sum ein fyrstafloks undirhaldara og listamann. Urbanus Olsen, sum næstan goymdi seg aftanfyri teldu og ljómborð, var nærum fullkomni mótsetningur Filips. Hann líktist mest einum fortaptum flogviti, sum als ikki treivst á pallinum, men noyddi seg sjálvan upp fyri tónleiksins skyld. Og hesin tónleikur var eisini feitur! Hann var bæði framsíggin og nýskapandi í føroyskum høpi, meðan hann als ikki stóð aftanfyri tónleik av saman slag runt í heiminum. Minimalistiski elektro indiepoppurin transenderaði ófeitu umstøðurnar í Margarinfabrikkini og minti øll á, at føroyingar ikki nýtast at leita sær íblástur í kvæðamentan og illveðri fyri at vera feitir.
Tað versta: Jens Lisberg og Bergur Godtfred
Nú, tað vóru nógv á Asfalt, ið spældu og sungu verri enn Jens Lisberg og Bergur Godtfred. Nógv dugdu verri at stemma og trilvaðu meira á røddini. Men tað, sum, fyri mítt viðkomandi, gjørdi konsertina hjá Jens og Bergi tí verstu á Asfalt var heilt einfalt munurin ímillum góðskuna, eg væntaði mær og ikki-góðskuni, eg fekk. Eg havi hoyrt Jens Lisberg fyrr og havi eg leingi hildið hann havt eina serstakliga góða og úttryksfulla rødd, ið serliga kann gera sálmasang feitan. Jens virkar eisini sum ein fittur maður, ið er niðri á jørðini og charmerandi uppá mátan, bara suðuroyingar kunnu vera tað. Men konsertin leygarkvøldið var heilt einfalt ein ófyrireikaður hurlivasi, sum man skuldi trúð var langt niðanfyri ein mann við tí rutinu, ein maður sum Jens átti at havt. Tá ið hann og Bergur sungu og spældu tyktust teir fullkomiliga bundnir av nótunum, teir høvdu frammanfyri sær, ið sendir sera óprofessionell signal. Ímillum sangirnar komu teir við tilvildarligum viðmerkingum ,og fortaldu teir skemtisøgur, harav onkrar vóru hálvfúlar og allar óstuttligar. Sum heild var hetta, sum sagt, óprofessionelt og vísti eina manglandi virðing fyri áhoyraranum. Kanska mínir forvæntningar vóru úrslit av Johnny Cash-syndrominum, har fólk kring allan heimin eftir víðagitnu tónlistarligu endurføðingina hjá Johnny Cash á gamalsaldrinum fóru at leita í sínum egna nationala sangskatti eftir gomlum, andaligum countryabbum, tey kundu gera til teirra egna man in black. Kanska er tað eg, sum eri dummur, men eg væntaði heilt erligt, at eitt sindur meira Johnny Cash var yvir Jens Lisberg, tá ið eg trein inn í Tjóðpalshølið leygarkvøldið. Eg bleiv skuffaður – fullkomiliga. Tað er eitt hárfínt mark ímillum nostalgiskum og feitum kitsch og heilt einfalt vánaligum og kiksaðum tónleiki. Hóast konsertin hjá Jens Lisberg og Bergi Godtfred ikki var púra vánalig og kiksa, so var hon, tíverri, skeivu megin markið.