Tað besta og tað ringasta

Vit hava spurt nakrar føroyingar, hvat tað besta og hvat tað ringasta var í 2004. Somuleiðis hava vit eisini spurt um teirra ynski fyri árið, ið júst er byrjað

Astri Luihn, listakvinna:
Tað besta: Fyri meg hevur tað besta verið, at eg hevði eina stóra framsýning í Listaskálanum. Hon varð sett upp í mai og var allan juni mánað. Tað er eitt stórt arbeiði, og ein frøðist um, at megna slíkt, og tað er altíð deiligt at síggja sínar málningar í Listaskálanum.

Tað ringasta: Eg varð ógvuliga skelkað, tá eg hoyrdi um vanlukkuna í fjareystri. Og hon fer uttan iva at lita alt árið.

Ynski fyri 2005: Eg ynski, at tað verður matur til øll fólk, og ongin skal líða neyð. Harafturat skal eg sjálv royna at vera eitt gott menniskja. Nú havi eg í fleiri ár sagt, at eg skal leggja av at roykja, men tað klári eg ikki, so tað sigi eg ikki í ár. Annars ynski eg, at vit skulu ikki altíð hugsa so siðbundið. Vit skulu bara vera , tey vit eru og minnast til, at tað ringasta er ikki, at fólk flennir eftir einum.

Jákup Magnussen, útvarpsmaður:
Tað besta: Tað besta við øllum árinum hevur verið, at eg, serliga ígjøgnum mítt starv, havi hitt ótrúliga nógvum ótrúliga hugkveikjandi og spennandi fólkum.

Tað ringasta: At uppliva at politikkarar framvegis ikki duga at samstarva og góðtaka tað, at saman standa vit sterk.

Ynski fyri 2005: Eg vóni, at fólk fara at bróta fordómsgarðarnar niður og góðtaka hvønn annan her í lívinum , soleiðis, sum vit eru

Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari:
Tað besta: Tað hevur verið at kunna fara til arbeiðis hvønn dag, og at øll tey nærmastu hava tað gott.

Tað ringasta: Vanlukkan í Asiu rakti øll, og persónliga er tað nústaðni farið at ganga upp fyri mær, hvussu ógvusligt tað veruliga var

Ynski fyri 2005: At tann góða heilsan hjá teimum nærmastu heldur fram, og at eg framvegis kann fara til arbeiðis hvønn dag. Eg vóni, at Musikkskúlin fer at mennast positivt. Hann hevur nógv at siga fyri meg, og tað leggi eg stóra orku í


Ingeborg Vinther, fakfelagsleiðari
Tað besta: Tað er, at eg havi góða heilsu og sleppi til arbeiðis hvønn dag og útynna tað besta á arbeiðsplássinum.

Tað ringasta: Vanlukkan á í Asia á jólum er tað ringasta, ið er hent í farna ári

Ynski fyri 2005: Eg ynski, at tað verður framgongd í samfelagnum, og at allir føroyingar hava eitt arbeiði at fara til. Harafturat vóni eg, at tær komandi samráðingarnar fara at ganga væl, og at vit í frið og semju fáa ein góðan sáttmála.

Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum:
Tað besta: Tað besta hevur verið, at vit byrjaðu uppá átkið »Koyr bara«, tí tað loysti allar trupulleikarnar við gjaldsskipanini í Vágatunlinum.

Tað ringasta: Eitt tað mest forargandi var, at skotið ikki vildið ganga av til tíðina, tá vit skuldu skjóta fyrsta skotið í Norðoyatunlinum.

Ynski fyri 2005: At tað verður friður og semja millum fólk

Laila Hentze, stjóri á Televarpinum:
Tað besta: Fyri Televarpið hevur tað besta verið, at vit hava fingið eina avtalu við DR. Kundatalið hjá Televarpinum er nú komið yvir 4000, og tað frøist eg um.

Tað ringasta: Vanlukkan í fjareystri er tað ringasta. So nógv fólk eru ávirkað av henni.

Ynski fyri 2005: Persónliga ynski eg, at øll familjan hevur tað gott. Fyri Televarpið ynski eg, at vit náa okkara málið, sum eru settar út í kortið. Millum annað at útbyggingarætlanirnar ganga sum tær skulu, so uppaftur fleiri føroyingar kunnu síggja Televarpið