Kemur nógvi ágangurin óvart á teg?
Nei, tað ger hann sum so ikki, tað verður sagt at ”Tá krubban er tóm, so bítast hestarnir”. Soleiðis vil altíð verða , tað er ikki lætt at rationalisera og spara, men tað má gerast, Almannaøkið er sera viðbreki. Tað er naivt at vænta at øll standa saman, tá truplar avgerðir skulu takast.
Eru trongu fíggjarligu tíðirnar ein vanlukka ella ein avbjóðing sum landsstýriskvinna í almannamálum?
Eg vil siga at tað er ein stór avbjóðing, vit skulu hava meira fyri minni. Men aðalmálið er, at tænastur til borgaran skal raðfestast hægst.
Hvør er størsta avbjóðingin á almannaøkinum beint nú?
Avbjóðingin er framvegis at fáa meira fyri minni pening, tað er neyðugt at tryggja, at hvørt oyra verður brúkt rætt, og kemur teimum til góðar, sum hava brúk fyri tænastu. Og ikki minst at fáa pening, sum ikki er til, til átrokandi endamál.
Hvat er tað mest positiva við starvinum?
Eg møti heilt nógvum fólki, sum skilja støðuna í samfelagnum, og vísa sín stuðul, tað ger meg sera takksama, og ikki minst gevur mær styrki.
Hvør er ringasta upplivingin, tú hevur havt sum landsstýriskvinna?
Bakbit.
Hvør er hin besta?
At møta fólki, sum siga takk fyri hvørja løtu, við einum smíli, sjálvt um tað er trupult at skilja, og kunna seta seg inn í teirra støðu. Vit hava so nógv at vera glað fyri, men síggja tað ikki altíð. Og ikki minst at uppliva, at fólk siga og hoyra, at tað verður biðið fyri mær. Stuðulin kemur oftani har ein minst væntar hann. At verða møttur soleiðis ger, at eg eri takksom og eyðmjúk, so eg havi fleiri góðar upplivingar í mínum starvi.
Hvussu slappar tú av – og eru stundir til tað?
Eg havi ein 1 ½ ára gamlan ommuson, sum eg virkisligani nýti at vera saman við. Vit geva seyðinum, gæsnum, ganga túr og spæla. Tað eru løtur eg livi uppá í langa tíð. Annars gongutúrar, ein góður filmur ella bók.
Metir tú teg sum ein góðan kokk?
Ja, tað geri eg. Mær dámar væl at gera mat.
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Allur føroyskur mætur, serligani góður ræstur fiskur og garnatálg, spik og eplir.
Hevur tú nakað serligt frítíðarítriv?
Tíverri, tað havi eg ikki stundir til fyri tíðina, royni at ganga túrar.
Hevur tú gott sinnalag?
Ja tað havi eg, royni altíð at síggja tær ljósu løturnar.
Hvat ger tú um 10 ár?
Tað er altíð trupult at spáa um framtíðina, so eg takið ein dag á gangin.