- Tað besta er at fylgja við kappróðrinum

Mín ólavsøka: Pál Vitalis Joensen svarar spurningum

- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

Síðani 2007 havi eg antin verið til kapping ella fyrireikað meg til onkra stóra svimjikapping, tá ólavsøka er. So hjá mær er tað besta við ólavsøkuni at fylgja við kappróðrinum, serliga tá FM-heitið kann avgerast fyri suðuroyarbátarnar. Eg komi heldur ikki á Ólavsøku í ár, men eg vóni, at tađ verđur næsta ár.