Ljóð & Tøkni stendur fyri ljóðútgerðini á Summar Festivalinum.
-Vit samstarva við ein veitara í Danmark, sum vanliga letur til allar teir størstu festivalarnar í Danmark, og talan verður um tað besta av tí besta, sigur Hjalmar Hvítklett frá Ljóð & Tøkni.
-Vit kunnu tí veita alt tað, sum stóru bólkarnir biða um og ynskja, sigur Hjalmar Hvítklett, sum fegnast um, at Summar Festivalurin velur føroyska loysn, tá tað snýr seg um ljóðútgerð.
Til Íslands
Talan hevur verið um, at føroyska felagið og danski veitarin í felag skuldu standa fyri útgerðini til eina konsert í Íslandi. Tað var heimsnavnið Rihana, ið skuldi framføra har, men konsertin varð avlýst.
Men enn eru ætlanir um at fáa føroyska og danska samstarvið at veita ljóðútgerð til Íslands seinni í ár, men ikki er greitt ella alment, hvør tá fer á pallin.
-Vit skulu á fund um vikuskiftið undir festivalinum saman við danska samstarvsfalaganum um hesar ætlanirnar í Íslandi, sigur Hjalmar Hvítklett.
Ljóð & Tøkni letur saman við danska veitaranum bestu ljóðútgerð sum til ber at fáa fatur á, og Hjalamar Hvítklett sigur, at longu mikudagin verður verður farið undir at seta upp í Klaksvík.