Tað besta ABBA síðan ABBA

Summarfestivalurin hevur kunngjørt at ABBA-The Show verða á Vágsbøi í summar, og ummælarar vilja verða við, at hetta er besti ABBA bólkur síðan ABBA Fyrst útlendska navnið er nú kunngjørt. Hóast hesin bólkur bert er ein eftirlíkningur av heimskenda bólkinum ABBA, so vilja ummælarar verða við, at hetta er besti ABBA bólkurin síðan ABBA.

Ummælara kring knøttin hava nærmast lovprísað bólkinum. Heilt frá Amerika til Bretland hava túsundtals fólk staði í kø fyri at síggja ABBA- the Show, og tað sigst, at ABBA tónleikurin frá 70?unum og 80?unum hevur fingið eina veruliga uppreisn. Mamma Mia the Movie, Singstar og Mama Mia sangleikurin hava, saman við ABBA ? the Show blást lív aftur í tónleikin, og ABBA løg byrja at finna sín veg aftur á nógvar av heimsins hitlistum.

Nú er tíðin komin til at føroyingar eisini fáa møguleikan at uppliva tað besta ABBA síðan ABBA, og verður tað á Vágsbøi í summar.

- Vit hava leingi arbeitt við at fáa ABBA ? the Show til Føroya, og rákið, sum er komi síðan seinasta Summarfestival hevur gjørt, at vit mettu tíðina verða komna til at taka ABBA ? the Show til Føroya, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum við Planet.

Nógvir eftirlíkningsbólkar eru kring knøttin ? summir betri enn aðrir, og serstakliga bólkurin ABBA hevur eina ørgrynnu av eftirlíkningum.

- Vit hava prátað við fólk sum hava hoyrt ABBA ? the Show, og øll hava viðmælt okkum at taka tey við á Summarfestivalin. Vit vita, at nógv eru um boðið, men eftir øllum at døma er ABBA ? the Show tann besti ABBA bólkurin sum er, sigur Steintór.

 

Les meita um ABBA - the Show og um Summarfestivalin í Sosialinum í dag.