- Tað kundi ikki verið betri.
Orðini eigur Rógvi, eftir at hann fyri fyrstu ferð hevði skotið hat-trick fyri HB. Og við staðfestingini sipar hann sjálvandi til, at tað júst var móti grannunum í einum somikið týdningarmiklum dysti, at hann skuldi gera hat-trickið.
Um sjálvan dystin helt Rógvi annars, at teir høvdu gjørt síni ting rætt á vøllinum.
- Vit royna alla tíðina at standa rætt í verjupartinum, og fyri tað mesta haldi eg eisini, at tað eydnast. Eina løtu í seinna hálvleiki gongur tó heilt galið, og teir fáa við tveimum málum skapt spenning í, men tá Símun so ger hatta málið, punktera teir fullkomuliga, sigur altso Rógvi Jacobsen at enda.