Eg fekk eitt prát við Bartal, Beintu og Rúna eina løtu, meðan tey stóðu í sølubásinum hjá elsabech og krokaðu undan regninum.
Tað er ikki beinleiðis nakað navn, ið hevur lokka okkum á G! sigur Bartal, vit plaga at verða við báti uttanfyri her og tað hava vit eisini verið eitt sindur bæði í ár, men í dag eru vit tó bara uppi á landi.
Tey vóru øll samd í at G! hevði ein heilt serstakan hugna yvir sær og tað er tað, ið fær fólk at koma aftur ár eftir ári.
Høvuðsnavnið í kvøld, Kris Kristofferson var dámdi teimum tó sera væl.
”Fyrstu ferð eg eri blivin eitt sindur smá rørdur til eina konsert, var í kvøld” leggur Rúni afturat .
Nú kl 22 er sangløtan á sandinum á skránni og hóast yr lovaði turt í kvøld, kann eg líka nevna at tað er eitt gott hugskot at taka regnklæðir við, tí tað regnar í løtuni.









