Seinastu dagarnir hava handlarnir hitað upp til sokallaða Svarta fríggjadagin við at minna okkum øll á, hvussu nógv okkum tørvar eina nýggja vaskimaskinu, uttanlandsferð og nýggjan klædning, sum vit onkursvegna ikki kunnu fáa bíligari enn nettupp 29. november á Black Friday.
Men tað eru ikki øll, sum eru fegin fyri hendan dagin; verri enn so. Hesin stóri innkeypsdagurin verður av fleiri sæddur sum óneyðugur og oyðileggjandi, tí tað er eingin loyna, at forbrúkaramentanin hjá okkum menniskjum er ein stór avbjóðing fyri umhvørvið.
Burtur úr hesum tankanum er mótreaktiónin "Buy Nothing Day" sprottin, sum á føroyskum kann umsetast til "Keyp einki dagur". Hesin dagurin er sama dag sum Black Friday, og dagurin snýr seg heilt einfalt um ikki at keypa nakað yvirhøvur. Endamálið við Buy Nothing Day er at varpa ljós á ógvusligu forbrúkaramentanina og vísa á, at vit sum forbrúkarar hava eina umhvørvisliga ábyrgd. Hetta er ikki bara galdandi fyri árliga Black Friday, men meiningin er, at mann skal hava hetta in mente hvønn dag í árinum.
Fyrsti Buy Nothing Day varð hildin í Vancouver í Canada í 1992, og síðan tá hava fleiri feløg og einstaklingar tikið stig til at varpa ljós á dagin í londum um allan heimin.