Tað ber væl til at loysa ruðuleikan í Kalsoynni

– Loysnin er einføld, heldur løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður

Ferðafólk skulu ikki sleppa at hava bil við sær í Kalsoynna.Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum.

Nú Løgtingið viðgjørdu ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, vóru samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni eisini uppi og vendi. Har eru stórir trupulleikar, tí tað eru so nógv ferðafólk í oynni, og nógv av teimum hava bil við. Tað elvir mangan til ferðsluruðuleika, serliga í sambandi við ferjuna, tí ofta standa bilar eftir, tí skipið er fult.

Tað elvdi eisini til, at mangan sluppu heldur ikki kalsoyingar aftur og fram við bili, tí skipið var fult. Ein loysn var funnin á tí við at nú hava kalsoyingar fyrstarætt til nøkur pláss við ferjuni.

Men tað er framvegis nógv ferðsla í Kalsoynni har bæði Kallurin, Kópakonan, og onnur ferðamál, draga nógv fólk til sín. Og tey, sum búgva har, hava gramt seg um, at tey fáa ikki arbeitt fyri bilum, sum standa allastaðni, eitt nú sleppa tey ikki fram at við landbúnaðarmaskinum fyri bilum, sum standa allastaðni.

Henrik Old sigur, at vegirnir í Kalsoynni eru ikki hóskandi til so nógva ferðslu, serliga tá ið fólk ikki hugsa um onnur, men mangan tveita bara bilin frá sær sum best ber til.

Tí heldur hann, at ein einføld loysn kundi verið rætt og slætt at nokta ferðafólki at fari í Kalsoynna við við bili.

Hinvegin heldur hann, at ferðafólk eiga bara at sleppa í Kalsoynna til gongu, tí so kunnu tey brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum at koyra runt oynna.

Tað hevði loyst trupulleikan, so at eisini tey, sum búgva í oynni, fáa verið til, heldur hann.