Ongland er víðari til fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum, sum er í Russlandi í hesum døgum. Eftir longda leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Fyri fyrstu ferð nakrantíð til eitt HM-endaspæl megnaði Onglandi at eftir brotssparkskapping. Ongland skal nú møta Svøríki í fjórðingsfinaluni.
Sjálvur dysturin hevði lítið ítróttarligt virðið. Bæði Ongland og Kolumbia spældu við hondbremsuni uppi, meðan tápuligheitirnar byrjaðu at vinda upp á seg, so hvørt sum tíðin gekk. Harry Kane átti einasta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá hann akkurát ikki náddi eitt innlegg úr høgru.
Í seinna hálvleiki bleiv skilið bara verri, tá amerikanski dómarin, Mark Geiger, bríkslaði fyri brotssparki til Ongland. Eftir at hava givið greið boð um, at spælararnir ikki skulu halda, valdi Carlos Sanchez at gera júst tað. Harry Kane fór umkoll og dómarin bríkslaði fyri brotssparki.
Eftir fleiri minuttir av ónollum og grenji frá kolumbisku spælarunum, har teir millum annað royndu at órógva Harry Kane og gera seg inn á sjálvan brotssparksblettin, slapp hann at skjóta. Enski liðskiparin var tó ískaldur og sendi bóltin mitt í málið.
Síðani bleiv talan um ein tápuligan dyst, har báðir partur vóru við til at spilla tað, sum annars kundi havt verið ein góður og spennandi fótbóltsdystur. Tað hjálpti heldur ikki, at amerikanski dómarin ikki tóktist at hava virðing millum spælararnar.
Uttan stóru stjørnuna, James Rodriguez úr Bayern Munchen, megnaði Kolumbia ov sjáldan at hótta málið hjá Onglandi, men í yvirtiðini stútaði Yerry Mina bóltin í mál eftir hornaspark. Í longdu leiktíðini hevði Kolumbia munin og tótkist orka betri, men einki mál kom.
Tí varð farið til brotssparkskapping. Jordan Henderson sá eina løtu út til, at endartaka søguna hjá Onglandi í endaspølum, tí teir hava tapt seks av sjey brotssparkskappingum til HM og EM. Tað endaði tó við, at Carlos Bacca brendi, meðan Eric Dier skoraði avgerandi og søguliga brotssparkið.
Ongland er áttanda liðið, sum hevur vunnið seg í fjórðingsfinalunar. Ongland skal spæla móti Svøríki. Hinar fjórðingsfinalurnar eru Uruguay-Frakland, Brasil-Belgia og Russland-Kroatia. Fjóðringsfinalurnar verða spældar sunnudagin og leygardagin.
1/8 finala:
Kolumbia – Ongland 1-1 (0-0)
0-1 Harry Kane, 57. min br
1-1 Yerry Mina, 90+3. min
Ongland vinnur 4-3 eftir brotssparkskapping.