Tað ber til hjá kvinnum

Kvinnupolitiskt seminar hevur verið á Hotel Føroym, sum hevði til endamáls at økja um politisku ávirkanina hjá kvinnum, og at økja um javnstøðuna á politiska økinum

JAVNSTØÐUSAMRØÐA
 
 - Eg haldi, at hetta hevur verið eitt ótrúliga gott tiltak og øgiliga gevandi fyri allar partar, sigur Elin Lindenskov, sum luttók á kvinnupolitiska seminarinum.
 - Men hvussu hjálpir kvinnupolitiska seminarið upp á tað føroyska javnstøðuarbeiðið?
 - Eg trúgvi, tað hjálpir. Mann kundi kanska sagt, at onnur skuldi verið við ? kanska menn skuldu sloppið at hoyrt meir upp á hetta. Mann møtist og lærir av hvørjum øðrum, og finnur útav, hvat mann kann gera betur hjá sær sjálvum.
 - Men hvørjum málum hava tit rokkið á seminarinum, heilt ítøkiligt?
 - Ítøkiligt er eitt sindur ringt at siga, men fyrst og fremst tað, at vit hava kjakast øgiliga nógv, men nú sita vit so í bólkum og skulu so framleggja seinnapartin (hósdag, red.), tað sum vit koma fram til. So tað er ongin niðurstøða komin enn. Men har hava nokkso nógv ting verið uppi at venda.
 - Ert tú á seminarinum komin fram á nøkur ting, sum føroyingar kunnu læra av øðrum norðurlendingum?
 - Heilt sikkurt. Har eru nokk fleiri ting. Eg kann ikki seta orð á akkurát nú, hvat mann kundi gjørt betur. Men bara í kjakinum hevur mann fingið nógv hugskot. Jú, heilt sikkurt, har er nógv. Vit kundu tikið Grønland, sum nú er blivið eitt valdømi. Tað hevur verið øgiliga positivt fyri kvinnusíðuna ella javnstøðusíðuna. Fleri kvinnur eru nevniliga komnar inn. Um hetta hevur nakað við eitt valdømi at gera, tað veit eg ikki, men hetta er absolut ein spurningur, mann eigur at diskutera í Føroyum.
 - Eru kvinnulistar ein gongd leið?
 - Tað hava vit ikki diskutera so øgiliga nógv her. Ikki annað enn tað, at ein kvinnulisti møguliga kann vera eitt amboð. Persónliga ivist eg í tí, sum tíðin er nú, men í Vestmanna hevur tað givið góð úrslit.
 - Nú er tað kvinnupolitiska seminarið liðugt. Hvat fyri boðskap vilt tú senda teimum kvinnum, sum ikki hava verið á seminarinum?
 - Fyrst og fremst at fáa tær at luttaka meir í politikki. Til sjálva kvinnuna: at fáa tær at verða meir aktivar og sjónligar, luttaka meir í samfelagskjakinum. Og tað haldi eg eisini er okkara uppgáva at fáa tær til. Tað má eisini vera uppgávan hjá teimum, sum eru her og sum eru valdar, at fáa fleiri kvinnur aktivar og vísa teimum, at tað ber til.
 - Men hvat er tað stóra málið hjá tykkum? 50-50?
 - Tað vil altíð vera málið, 50-50, tað vildi verið tað allarbesta. Tá hava vit tað ideella samfelagið, vildi eg hildið.