Uttan fyri festivaløkið á Summarfestivalinum, beint yvirav Norðoya Sparikassa, stendur ein bingja, sum fólk úr Bláa Krossi varða av. Bingjan er partur av verkætlanini Liv Lívið hjá Bláa Krossi. Hon hevur verið opin síðani hósdagin klokkan 18 og langt út á náttina hvørt kvøld á festivalinum, og sera nógv hava vitjað, fingið sær kaffi og suppu ella bara forvitnast.
Formaðurin í Bláa Kross ungdómi, Jóhan Hansen, sigur, at tað hava verið nógv vitjandi, hóast bingjan er uttanfyri festivaløkið.
-Vit bjóða ókeypis suppu, og tað eru fleiri hundrað suppu tallerkar lætnir svongum festivalgestum, sigur hann.
Endamálið við einum slíkum bási, har nógvir gestir eru rúsaðir, er, at vísa á, at lívið gott kann livast rúsfrítt. Jóhan Hansen greiðir frá, at tey við verkætlanini Liv Lívið vilja vísa á, at tað ber til at hava tað stuttligt og hugnaligt uttan at rúsa seg.
- Tað eru nógv, sum eru glað fyri verkætlanina og seta prís á tað arbeiði, sum verður gjørt. Eisini fólk, sum eru rúsaði, sigur hann, og leggur afturat, at tey ofta vilja tosa um sína egnu rúsevnis og rúsdrekka nýtslu.
Hann veit at siga frá, at fólk, sum vanliga drekka rúsdrekka eisini hava tikið boðskapin til sín, og fyriskiparar vita um nøkur ung, sum hava valt at drekka minni rúsdrekka í summar orsakað av verkætlanini hjá Bláa Krossi, hósat tey ikki vita frá nøkrum, sum hevur valt rúsdrekka heilt frá.