Ein túrur til handils hjá limum í VistGrøði í Havn er ein túrur til handils við góðari samvitsku, har plast og matoyðsl ikki eru partur av innkeypinum. Her hevur mann sínar egnu krukkur ella íløt við, sum mann fyllir ta nøgdina av mati í, sum mann hevur tørv á.
- Vit í VistGrøði keypa inn í stórum nøgdum, so vit umganga nøkur pakkilið á vegnum, sigur Borghild á Fløghamri frá VistGrøði, sum heldur, at matvøruhandlarnir í Føroyum eisini áttu at selt meira í leysari vekt uttan plastposar.
- Man kann saktans eggja fólki til at hava síni egnu net við til handils, tá keypt verður í leysari vekt, í staðin fyri at handlarnir bjóða plastposar til tað, sigur hon.
Í handilinum hjá VistGrøði á Tróndargøtu, sum er opin fyri limum, ber m.a. til at keypa nøtur, kryddaríir, mjøl, oljur, vistfrøðiligar sápur og burðardyggar posar.
Les longri samrøðu við Borghild á Fløghamri um plastdálking, emballagu, alternativar loysnir og VistGrøði í Vikuskiftis-Sosialinum.