Tað ber saktans til at hava eina góða ólavsøku

– Vit fara at seta enn meira prís upp á næstu ólavsøku, tí vit fara at minnast, hvussu øðrvísi ólavsøkan 2020 var, sigur Pál Weihe, yvirlækni

Skrivað hevur Pætur Hjalmar Evensson

– Á ólavsøku er tann stóri møguleikin fyri, at korona skal breiða seg aftur. Tí mugu vit øll hvør í sínum lagi taka nøkur serlig atlit, sigur Pál Weihe, sum vónar, at vit ikki fara at síggja eitt nýtt korona-útbrot aftaná ólavsøkuna.

Men hóast vandin er til staðar, so merkir tað ikki, at vit ikki kunnu fáa eina góða ólavsøku. Boðskapurin hjá Pál Weihe er, at tað væl ber til at skipa fyri einari festligheit, sjálvt um korona ger um seg.

– Eg meini saktans, at mann kann gera ein hugna, sum er í minni bólkum enn f leiri túsund. Tað er ikki neyðugt, at øll skulu standa í einum stórum klumpi á Vaglinum, sigur Pál Weihe.

Men koronastøðan hevur við sær, at vit ikki kunnu fara til øll tey somu tiltøkini, sum vit plaga at fara til á ólavsøku.

– Tað ber ikki til at samlast í einum stórum massa á midnátt til midnáttarsang, uttan at mann tekur eina stóra risiko. Men fyri tað kann

mann gott fara ein túr í býin og ganga ein túr eftir Vallaratúni. Tað ber jú væl til at ganga oman og niðan og heilsa uppá fólk uttan at standa saman í einum stórum klumpi, sigur Pál Weihe.

Mugu ansa eftir "supersmittarum"
Frá læknafakliga sjónarhorninum hjá Pál Weihe, so er vandin fyri smittuspjaðing stórur á ólavsøku. Tí um ein sokallaður "supersmittari" - altso ein persónr, sum smittar illa - er millum allar ólavsøkugestirnar, so kann smittan breiða seg skjótt.

– Trupulleikin er, at nógv fólk koma til Havnar í senn á ólavsøku, og ein partur kemur úr Danmark. Tá øll hesi savnast í stórum bólkum til eitt nú midnáttarsang ella setanina, risikera vit, at onkur av teimum, sum eru komin uttanlands frá, og sum ikki er fangaður við markið, er ein av teimum, sum kann smitta illa, fortelur Pál Weihe.

– Líknandi hava vit sæð ymsastaðni fyrr, eitt nú í Eysturríki. Og vit síggja eisini á okkara tølum

í Føroyum, at tað eru nøkur, sum smitta meira enn onnur, sigur hann og vísir á týdningin við ikki at savnast í stórum bólkum.

– Um vit fáa ein sovorðnan til Føroya, so er tað týdningarmikið, at vit ikki savnast saman í stórum bólkum, soleiðis at eitt stórt tal av fólkum verður smittað. Um tað bara verða nøkur fá, sum verða smittað, so kunnu vit gott liva við tí, tí so gera vit smittusporan og isolera fólk, sigur Pál Weihe.

Sangur og smærri bólkar

Hann vísir á, hví tað er skilagott ikki at hava midnáttarsang í ár.

– Tá mann syngur, andar mann harðliga út, og tað er órealistiskt at fyristilla sær, at mann heldur tveir metrar frástøðu á Vaglinum til midnáttarsangin, sigur Pál Weihe.

Víðari greiðir hann frá tilmælinum um at veitslast í smærri bólkum heldur enn í stórum mannamongdum sum vanligt.

– Tað snýr seg um at gera minni bólkar, sum veitslast fyri seg. Tað kann vera grannaløg, sum

kommunan hevur lagt upp til, ella kunnu familjur skipa fyri onkrum saman. Á hendan hátt verða teir ymsu veitslubólkarnir spjaddir runt um í býnum. Tað snýr seg bara um at vera kreativur, sigur Pál Weihe.

– Fyri tað merkir tað ikki, at mann ikki skal kunna ganga sær ein túr oman og niðan og vitja ymisk støð, sum mann ger á ólavsøku, sigur hann.

Ein løgin og øðrvísi tíð

Eingin ivi er um, at 2020 hevur verið eitt løgið ár, sum vit nokk øll koma at minnast afturá onkursvegna. Koronastøðan kemur at seta síni spor, og Pál Weihe roknar við, at vit eisini fara at minnast ólavsøkuna í ár sum eina øðrvísi ólavsøku.

– Vit fara at seta enn meira prís uppá næstu ólavsøku, tí vit fara at minnast, hvussu øðrvísi ólavsøkan 2020 var. Vit fara at hugsa, at hetta var ein ólavsøka, sum vit helst ikki vilja hava aftur, sigur Pál Weihe, sum samstundis roknar við, at hendan tíðin hevur lært summi at virðismeta lívið.

– Hetta várið hevur verið positivt fyri summi, sum hava uppdagað, at tað finst eitt lív uttan at skula skunda sær allatíð. Nú fingu tey knappliga á grækarismessu, tá korona kom til Føroya, rættin til at vera heima við hús og hyggja út í tann tóma heim og leggja merki til, at tey eru til og hugsa um sítt lív. Summi av hesum hava hildið, at tað hevur verið gott at sleppa burtur úr hesum dagliga resinum. Koronastøðan hevur ivaleyst verið við til okkurt tankavekjandi, har mann hevur viðurkent, at tað ber til at liva lívið øðrvísi og kanska vera meira heima og eitt nú arbeiða heimanífra. Eg kann saktans ímynda mær, at hetta várið hevur givið summum fólki eina nýggja sjón upp á tilveruna, sigur Pál Weihe.

– Tað kann vera, at hetta hevur mint fólk á, at tey ikki skulu liva ævugt, men at lívið hevur eina byrjan og ein enda, og at tað her snýr seg um at leggja lívið at árunum og ikki bara hugsa um talið av árum, men eisini lívsgóðskuna, sigur hann.