Tað ber ikki til at taka Erlu

5-mannafør kvinnur: Aftur í dag vunnu kvinnurnar úr Fuglafirði sera sannførandi sigur

Tað er Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, og so eru tað hinir bátarnir.

Tað er eingin kapping um fremsta plássið og sigurin, meðan tað er stór kapping um næstfremsta plássið.

Soleiðis plagar tað at vera, og soleiðis var tað í góðveðrinum á Vágsfirði í dag.

Í sjálvum startspurtinum var ikki so stórur munur á bátunum, men tað var heilt skjótt, at Erla Kongsdóttir stakk seg framum hinar bátarnar, og munurin frá tí fremsta og til næstfremsta bátin øktist støðugt, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Erla Kongsdóttir nógvar bátslongdir undan næsta bátinum.

 

1 Erla Kongsdóttir 05.27.15

2 Heykur     05.36.01

3 Blikur

4 Falkur

 

https://urslit.rsf.fo/