Seinastu mánaðirnar hevur alt Føroyaland verið á gosi um mongu pedofilarnar og teirra offur, ið eitt fyri og annað trína fram og greiða frá síni søgu.
Eisini er bólkur stovnaður á internetinum, ið hevur sum mál at steðga allari pedofili í Føroyum.
Men ber tað til at rudda allar pedofilarnar út úr Føroyum? Hvørjir eru hesir pedofilarnir? Og hvørja revsing fær ein abbi, fosturpápi ella ungur drongur, sum hevur havt kynsligt samband við eitt barn?
Hetta eru spurningar og evni, sum upptaka mongu útisetar okkara eins væl og føroyingar í Føroyum, og tí valdi Ghetto Føroyar í gjár at varpa ljós á hetta evni.
Bjørt Lind, sum skrivar speciali um misnýtt børn, og sum hevur starvast á Ríkissjúkrahúsinum, á deildini, sum hevur við seksuelt misbrúkt børn at gera, og Jan Klein Olsen, sum lesur løgfrøði, og hevur arbeitt í ákæruvaldinum hjá løgregluni í Norðursælandi skiftu orð um hetta evni í sendingini í gjár. Hoyr orðaskifti her: