Tað ber ikki til at leggja takið á, áðrenn fundamentið er gjørt og veggirnir settir upp

Nógv varð skrivað og ført fram um eina leiðslu á teimum trimum sjúkrahúsunum í samband við, at broytingar skuldu gerast í løgtingslógini um sjúkrahúsverkið.

Hinvegin hevur lítið og einki verið at hoyrt um, at vit skuldu hava ein heilsupolitikk í Føroyum. Ein føroyskan heilsupolitikk, sum eigur at vera grundarlagið (Missiónin/Vissiónin) undir øllum kjakinum um, hvussu Sjúkrahúsverk Føroya skal virka.
Uppskotið til broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið bleiv sent til hoyringar og varð tá sagt, at endamálið við lógarbroytingini var:
at tryggja betri gagnnýslu av fysiska, fíggjarliga og heilsufakliga tilfeinginum í sjúkrahúsverkinum.
at Heilsumálaráðið verður leyst av ítøkiligum rakstrarsamskipandi uppgávum viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum var at fáa omanfyri standandi punkt avgreidd, áðrenn vit hava ein heilsupolitikk, sum staðfestir, hvørjar heilsutænastur Føroya fólk skal kunna fáa bjóðað her á landi, og hvørjar skulu fáast til vega uttanlands. Enn eitt dømi um støðugan miðsavningarhug sum oftast verður smíðaður á einum skrivaraborði langt frá veruleikanum, og sum fungerar hareftir. Heilsumálaráðharrin ætlaði at leggja takið á, áðrenn fundamentið var gjørt og veggirnir settir upp. Tað kundi verið áhugavert og ikki minst neyðugt, at tað einaferð bleiv hugsað í einum langtíðar perspektivi heldur enn í “hovsa” loysnum.
Eitt tað fyrsta, ein nýggjur landsstýrismaður/kvinna í heilsumálum eigur at fáa orðað, er ein heilsupolitkk, tí neyðugt verður at leggja eina langtíðarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini, um ætlanin hjá heilsumálaráðnum skal fremjast í verki. Ikki fyrr enn tað er kent, hvørjar viðgerðir/kanningar skulu kunna veitast í Føroyum, kann avgerast, hvat skal gerast á hvørjum sjúkrahúsi. Tá slepst undan at sergreinarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum verða ásettar alt eftir, hvør lækni flytur aftur til Føroya. Betur hevði verið um okkara ungdómar, sum til dømis ætla at lesa medisin, vóru vitandi um, hvørjum sergreinum tey skulu leggja seg eftir, um tey ætla at koma aftur til Føroya at arbeiða.
Tað hevur verið ført fram upp til fleiri ferðir, at vit ikki verða fleiri fólk í Føroyum fyribils, og tí kann tað ikki vera trupult at finna fram til, hvussu vit framyvir á bestan hátt nøkta sjúklingsins tørv. Hinvegin eru tær læknafakligu avbjóðingarnar í framtíðini stórar, bæði í mun til planlegging, viðgerðartilboð, tøkni og kvalitet.
Vit eiga at gera okkum heilt greitt, hví skulu vit hava eitt Landssjúkrahús, hví skulu vit hava Klaksvíkar sjúkrahús, og hví skulu vit hava Suðuroyar sjúkrahús? Um vit treytaleyst skulu liva upp til krøvini úti í stóru verð, so hevði einki av hesum trimum sjúkrahúsunum verið í Føroyum, so tað mugu verða onnur samfelagslig atlit, sum skulu takast?
Í Svøríki verður sagt, at um læknarnir skulu hava neyðugan førleika og liva upp til ta góðsku og ta trygd, sum krevst, skal upptøkuøkið verða 500.000 fólk. Í Danmark er Fólkatingið saman við Sundhedsstyrelsen komið fram til, at tílík áseting gevur samfelagsliga ov fá sjúkrahús og ov langan veg til sjúkrahúsini (sjúklingurin er ov leingi á landavegnum), so í Danmark er smíðað eitt modell, sum sigur, at upptøkuøkið skal verða 200.000 til 400.000. Frá Sundhedsstyrelsen verður sagt, at tað er neyðut við eini slíkari nøgd fyri at kunna veita nøktandi góðsku.
Í Føroyum liva vit sostatt ikki upp til krøvini hjá Sundhedsstyrelsen, tí vit koma ongantíð upp á tað neyðugu nøgdina, sum krevst, fyri at fáa royndir við tí fólkagrundarlagi sum er í Føroyum. Tað vil siga, at um ein lækni skal vera nóg væl kvalifiseraður, er neyðugt at hann arbeiðir á sjúkrahúsum uttanlanda upp til fleiri ferðir árliga. Um vit skulu vænta okkum somu góðsku, og at læknarnir hava tann neyðuga fakliga førleikan, sum er í londunum rundan um okkum, tá áttu vit ikki at havt nakran fastan lækna, men heldur eina røð av læknum tilknýttir stór sjúkrahús, sum kundu dekka vaktirnar á føroysku sjúkrahúsunum. Áhugavert kundi verið at hugt at, hvørjir fyrimunir og vansar vóru við einum slíkum modelli.
Kann ímynda mær, at rákið í Danmark við FAM (Fælles Akut Modtagelse) fer at føra til, at medisin útbúgvingin fer at snara aftur á ein lækna við breiðari vitan. Í Svøríki verða akut læknar útbúnir, í Danmark vil man ikki fara undir hesa útbúgving enn, men har hava tey í nøkrum regiónum í fyrsta umfari valt at geva læknum ískoytisútbúgvingar, soleiðis at teir fáa eina meiri breiða vitan. Hetta fer kanska at koma Føroyum tilgóðar í komandi tíðum, tí mest av øllum hava vit tørv á læknum við eini breiðari, fakligari vitan.
Vit liva í einum oyggjasamfelag undir serligum veðurviðurskiftum, so illa ber til treytaleyst at fylgja einum tilmæli frá danska Sundhedsstyrelsen. Tað er tí umráðandi, at Løgtingið orðar ein Føroyskan heilsupolitikk. Har vit vera noydd til at gera okkara egna Føroyska modell av sjúkrahúsverkinum, har millum annað spurt verður:
hvørji serøki skulu finnast í Føroyum?
á hvørjum serøkjum kunnu vit gera nýtslu av serlæknum, ið koma til Føroyar á vitjan?
innan hvørji øki skulu vit beinanvegin senda sjúklingin av landinum?
Um vit hugsa okkum, at funktiónin hjá landslæknanum bleiv brúkt til annað enn eftirlitsfunktión hjá Sundhedsstyrelsen, kundi Heilsumálaráðið brúkt landslæknan sum samskipara/ráðgeva, og skuldi hann sett ein bólk mannaðan av serkønum og dugnaligum fólki við arbeiðssetninginum: 3 vælvirkandi sjúkrahús í Føroyum. Í bólkinum skuldi verið búskaparfrøðingur, løgfrøðingur, arkitektur, lækni, politiski mynduleikin, LEANfrøðingur (rationellan hugsunarhátt) og onnur.
Ein slíkur bólkur má vera mannaður av fleiri fólkum, tí tá verða fleiri sjónarmið førd fram, fleiri fyrimunir og vansar verða eftirmettir, og førir tað til meiri rationellar avgerðir. Tað er ikki fólkið á gólvinum, sum skal seta karmarnir, men ístaðin útfylla teir og verða ráðgevandi og vegleiðandi.
Bólkurin skal taka samfelagslig, fíggjarlig og faklig atlit, og skal úrslitið vera grundarlagið undir broytingini til lógaruppskotið, sum Landsstýrismaðurin í Heilsumálum sendir til hoyringar, um hvat skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum. Við einum nýggjum uppskoti um Sjúkrahúsverk Føroya hevur Landsstýrismaðurin í Heilsumálum skyldu til at skapa grundarlag fyri einum burðardyggum, framtíðartryggjaðum og effektivum heilsuverki, við virðileika ímillum eindir og møguleika fyri einum sunnum kappastríði, so sum nøgdsemiskanningar av ymiskum slag, sum koma sjúklinginum tilgóðar.
Tá ið niðurstøðan frá einari slíkari prosess er fest í lógaruppskotið, kann tosið um eina felags leiðslu á teimum trimum sjúkrahúsunum byrja.

Á Mikkjalsmessu 2011