Forsætisráðharrin Mark Rutte hevur góðar møguleikar fyri at halda fram í starvinum eftir tjóðartingsvalið í Hollandi, sum endaði í dag.
Flokkur hansara, Fólkaflokkurin fyri Frælsi og Fólkaræði (VVD), verður sambært kanningum á valstøðum størsti flokkur.
VVD fær umleið 23 prosent av atkvøðunum og fer úr 33 upp í 36 tjóðartingssessir, vísir kanning hjá hollendskum sjónvarpsstøðini NOS.
Mið-vinstraflokkurin D-66 gongur fram við átta sessum og verður næststørstur, meðan innflytarakritiski flokkurin Frælsisflokkurin (PVV) verður landsins triðistørsti, vísir kanningin á valstøðum.
D-66, sum hevur verið ein av samgonguflokkunum hjá Rutte síðani 2017, stendur til at fáa størstu framgongdina frá 19 til 27 sessir. Um tølini halda, so hvørt atkvøðurnar verð taldar, yvirhálar hann Frælsisflokkin, sum higartil hevur verið næststørstur í tjóðartinginum.
Innflytarakritiska flokkin stovnaði Geert Wilders í 2006. Hann stendur í kanningini hjá NOS til at ganga aftur frá 20 til 17 tingsessir.
Kristindemokratiski flokkurin CDA, sum eisini er partur av samgonguni, sær út til at missa fimm sessir. Flokkurin stendur til at fáa 14 sessir, vísir kanningin.
Rutte hevur sitið sum forsætisráðharri seinastu tíggju árini.
Hann stendur nú á odda fyri eini virkandi stjórn, tá stjórnin í januar legði frá sær. Tað hendi eftir eina gølu um barnapengar, tá 25.000 familju av órøttum vórðu lagdar undir at snýta.
Men gølan sær ikki út til at hava kostað Rutte atkvøður.
Undirhúsið hevur 150 sessir.
Tað er ein óvissa upp á upp til tveir tingsessir í kanningini á valstøðunum, skrivar NOS á heimasíðu síni.
Vanliga kann eitt tjóðartingsval í Hollandi halda upp á ein dag. Men hesaferð hevur tað verið í tríggjar dagar – frá mánadag til mikudag – vegna koronufarsóttina.
Endamálið við at leingja valið vart at sleppa undan trongsli í valhølunum.
Tað hevur so eisini merkt, at hollendsku veljararnir hava kunna brævatkvøtt.
Valluttøkan liggur sambært fyribils metingum um 81 prosent.
/ritzau/