Av tí at Bárður var ov ótolin, so gjørdist Magni politikari. Nú er Magni ótolin, tí Bárður er so konservativur...
– Politiska arbeiðið er onkuntíð í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt.
Tað segði Bárður Nielsen við Sosialin 9. mai í 2007, tá hann legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum løgtingsmaður og segði politisku yrkisleiðini farvæl.
Orsøkin var, at Jákup á Dul Jacobsen, sum tá var risastórur vinnulívsmaður í Íslandi, hevði ringt til hansara góðar tvær vikur frammanundan.
Jákup á Dul vildi vita, um landsstýrismaðurin hevði tikið av, um hann hevði fingið tilboðið um at gerast stjóri fyri risastóru verkætlanini Stórutjørn. Stóratjørn var ein verkætlan í á einum 600.000 fermetra stórum øki í Hoyvíkshaganum, sum hevði stóra handilsmiðstøð, 50 metra svimjihyl, FIFA góðkenda fótbóltshøll við plássi til 3.000 áskoðarar, golfvøll við 9 holum. Harumframt skuldu stórir íbúðarbygingar í nógvum hæddum byggjast eins og skrivstovubygningar. Talan var um ein heilan nýggjan býarpart í Hoyvíkshaganum har fleiri túsund fólk skuldu búgva, arbeiða og virka – ein verkætlan, sum Jákup á Dul Jacobsen metti til millum 1,5 og 2 milliardir krónur.
Til hesa verkætlan hevði føroyski vinnulívsmaðurin í Íslandi kosið sær sjálvan fíggjarmálaráðharran at standa fyri. Bárður Nielsen varð freistaður, tók av, og segði politisku yrikisleiðini farvæl – sum samstundis var byrjanin til politisku yrkisleiðina hjá Magna Laksafoss.
Magni Laksafoss stillaði upp fyri Sambandsflokkin fyrstu ferð á løgtingsvalinum í 2004 fyri Norðoya valdømi. Hann gjørdist nummar trý á listanum – ið sum vant ikki megnaði at fáa umboð valt á ting í Norðoya valdømi. Bjørn Kalsø var tá nummar eitt við 192 atkvøður, John Kári Jacobsen nummar tvey við 116 og Magni Laksafoss nummar trý við 80 atkvøðum.
Tað var eisini tilvildin sum gjørdi, at Bjørn Kalsø gjørdist politikari. Tí tríggjar vikur eftir at samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin 3. februar í 2004, vóru boð eftir Bjørn Kalsø til fiskimálaráðharra. Orsøkin var, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, koyrdi Johan Dahl frá sum landsstýrismann longu 23. februar, eftir at tjóðvelidsblaðið Fregnir í nakrar vikur koyrdi eina herferð ímóti Jóhan Dahl fyri at hava svikað við pengum soleðis, at ein vinnulívsmaður í Havn fór á húsagang.
Tí reyk Johan Dahl úr landsstýrinum og aftur í Løgtingið. Bjørn Kalsø, sum ikki varð valdur á ting, tók við landsstýrissessinum.
Tá Bárður Nielsen 9. mai í 2007 legði frá sær, boðaði Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins frá, at hann tók við sum nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hetta merktir, at næsti maður skuldi í tingið fyri Kaj Leo Johannsen. Næsti maður var Heðin Mortensen, sum eftir býráðsvalið í 2004 varð koyrdur úr Sambandsflokkinum, og sum nú var javnaðarmaður, hóast varamaður Sambandsfloksins á tingi.
Sambandsflokkurin helt seg hava eina avtalu um, at Heðin Mortensen ikki skuldi møta, men at næsta fólk á listanum, Høgni Mikkelsen, skuldi koma á ting fyri Kaj Leo Johannesen. Men hesa avtalu segði Heðin Mortensen seg einki kenna til, og tí var endin, at Kaj Leo Johannesen bakkaði, og tí kom Magni Laksafoss upp á tal sum landsstýrismaður.
Eftir at hava sitið í trý fjórðingsár sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð Magni Laksáfoss valdur á ting sum klárur toppskorari hjá Sambandsflokkinum við 979 persónligum atkvøðum. Kaj Leo Johannsen, sum var annar maður á sambandslistanum, fekk »bara« 642 atkvøður.
Í nevndu samrøðu við Sosalin 9. mai í 2007 segði Bárður Nielsen soleiðis:
– Eg havi trivist væl í politiska umhvørvinum, og áðrenn eg fekk hetta tilboðið, hevði eg als ikki hugsað um at gevast í politikki. Eg kann so eisini siga, at politiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, segði hann og helt fram:
– Hinvegin havi eg eisini gjørt mær greitt, at eitt politiskt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftan á valið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løgtingsmaður í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa avgerðina, segði Bárður Nielsen.
Í dag er Bárður Nielsen endaður »sum ein løgtingsmaður í andstøðu«. Sambært Magna Laksafoss hevur Bárður Nielsen gjørt Sambandsflokkin til ein konservativan flokk – so konservativan, at Magni Laksafoss ikki kennir seg aftur í flokkinum.
So her má sigast at vera vent í holuni...