Tað búgva 48.805 fólk í Føroyum

Hagstova Føroya upplýsir í dag, at fólkatalið hin 30. Juni í ár var 48.805. Fyrsta hálvár í ár vaks fólkatalið við 192 fólkum. Tað eru fimm færri enn sama tíðarskeið í fjør.

Hagstovan skrivar, at 19 færri børn vórðu fødd fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør. Hinvegin doyðu 36 færri sama tíðarskeið.

Samstundis fluttu 38 fólk færri av landinum og 60 færri fluttu til Føroya.

Orsøkin til fólkavøksturin er fyrst og fremst færri deyðsfall.

Tað er bara Sandoyar Sýsla, sum hevur negativt burðaravlop. Har doyðu fleiri, enn tað vórðu fødd.

Fólkatalið er minkað í Sandoyar Sýslu og í Suðuroy. Tórshavn er farin við meirilutanum av fólkavøkstrinum.