Tá avgusturin sprongdist við Áir

Í Danmark eru tey í dag í ferð við at skera upp ein strandaðan avgust í Norðurjyllandi.

 

Av ótta fyri, at hvalurin kunndi spreingjast, og tí at deymurin var øgiligur, so varð hvalurin fluttur nakrar kilimetrar eftir strondini, áðrenn hann varð skorin upp.

 

Hetta fær okkum at hugsa um hendingina, tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skar avgustin upp við Áir í noevmber í 2013. Tá sprongdist hvalurin. Hendingin varð tikin upp á film, sum fór víða um lond.

 

Við endurprenta her grein av in.fo frá 25. november í 2013 og viðhefta video av Youtube, tá hvalurin sprongdist:

 

Hava ongantíð sæð land

Avgustarnir, sum seinastu dagarnir hava svomið í Sundalagnum, har tveir teirra higartil eru deyðir, hava valla áður sæð land

 

– Teir eru vanir at svimja í vekt­loysi á opnum djúp­um havi, og tí hava teir stór­ar trup­ul­­leikar, tá teir koma nær ­landi og gera land­gongd, sigur Bjarni Mikk­el­sen, lív­frøð­­­ing­ur á Nátt­úr­u­grip­a­savn­i­­num, sum sein­astu dag­ar­nar hev­ur brúkt nógva tíð í Sund­­a­­lag­num, og sum eisini var á staðnum í seinnapartin sunnu­dagin.

 

##med2##

 

Sosialurin hitti í gjár Bjarna Mikk­el­sen í fjøruni við Norð­­skála beint norðan fyri brúnna um Streymin. Har lá avgusturin, sum doyði í gjár. Hann hevur lig­ið hin­um megin sundið sein­astu dag­ar­nar, í Nesvík, har ein ann­ar avgustur eisini lá deyð­ur.

 

– Klokkan hálvgum sjey sun­n­­­u­­morg­­u­n­in var hann á lívi hin­u­­­meg­in. Hann hevur síð­­ani svomið yvirum, og er deyð­­­ur einaferð fyrr í dag, segði Bjarni Mikkelsen í gjár.

 

Hin avgusturin lá sunnu­dag­­in á Oyri sunnan fyri Brún­na. Hann er flotnaður, eftir at hava ligið deyður í Nes­­vík Streymoyarmegin sein­astu dagarnar.

 

– Hann er óivað flotnaður, tá bruni er komin í hann, og hann er vorðin lættari í sjón­um, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Ætlanin hjá Nátt­úr­u­grip­a­savn­i­num er at taka báðar hesar av­gust­ar­nar upp á hvala­støð­ina við Áir. Tað er kanska lagnunnar speisemi, at hesi av­gustar hava lagt bein­ini beint við einastu hval­a­støð norðan fyri Ek­vat­or. Men ætlanin er so at goyma bein­a­grind­ina av avgustinum, sum ligg­ur norð­an fyri Streymin, tí tann hval­ur­in er heilur enn. Hin hval­ur­in, sum ligg­ur sunn­an­f­yri, er tann, har onkur hevur sag­að undirkaftin av.

 

– Men vit ætla kortini at taka hann upp fyri at hyggja í kýkin at vita, hvat hann hevur etið, sigur Bjarni Mikk­el­sen.

Bjarni Mikkelsen hevur mált av­gust­in, sum liggur í fjør­uni við Norðskála. Hann máldi hann til slakar 14 metr­ar, og hann metir, at hann vig­ar um 20 tons.

 

– Hesin er ikki fullvaksin, sig­ur Bjarni Mikkelsen, sum sam­stund­is staðfestir, at hes­ir hvalir ikki eru komnir hig­ar fyri at doyggja av elli.

 

– Teir eru uttan iva vilstir hig­ar millum oyggjarnar. Teir eru jú vanir við at liva í vekt­loysi á djúpum havi og hava valla sæð land áður. Tá teir so koma millum oyggjar og á grunt vatn, so eru teir púra fyri ongum, sigur Bjarni Mikk­elsen.

 

Bjarni Mikkelsen sigur, at av­gust­ur als ikki veit, hvussu hann skal gera, tá hann er nær landi.

 

– Øðrvísi er við bóg­hvít­u­hvali, sum dugir væl at fara upp á land og koma á sjógv aft­ur, og hann er vanur at ferð­ast, har nógv fólk er.