Tað at binda Føroyar saman er fremsta politiska málið beint nú – tí sandoyartunnil

Hvussu kann ein lands­stýrismaður – um enn nakað politiskt feskur – siga, at einki argument er fyri at gera ein sandoyar­tunnil nú ??? Sær ein bú­skaparfrøðingur ikki, at menningin í/av Føroyum er brotin av um Skopunar­fjørð?

Útviklingur og menn­ing – og búskaparlig upphit­ing fer fram norðan fyri Skopunarfjørð við miklari ferð, meðan Sandoyggin og Suðuroyggin leingi hava staðið í stað og eru sigldar afturút, tí fyritreytirnar eru í og um Tórshavn.

Tað er alneyðugt at fáa bæði Sandoynna, síðan Suðuroynna og upp á longri sikt eisini tær minnu oyggjarnar samanbundnar við tunlum. Tað er ov kostnaðarmikið at sigla millum oyggjarnar, og heldur ikki nøktandi far­­vegur í framtíðini.

Hetta er størsta fyritreyt­in fyri framburði og væl­standi í øllum Føroyum. Vælferð er ikki at flyta okkum øll til Tórshavnar, men Tórshavn er høvuðs­staður okkara og miðstøða Føroya fólk. Og tað eigur Havnin at liva upp til.

Tað var tann tíð, tá bygdirnar og oyggjarnar føddu Havnina. Men í dag kemur allur peningur úr Tórshavn, og har fellur mest niður fyrst.

Og verða Føroyar eitt valdømi, so fáa vit upp­aftur meira miðstaðar-lokalpolitikk, tað prógvar júst hendan umrøðan um raðfesting av íløgum fyri okkum.

Í skjótt fýra ár hevur staðið í samgonguskjal­inum hjá Føroya lands­stýri, at í ár 2007 skal verks­lógin fyri sandoyartunnilin við­takast – fyri at byrja verkið í ár 2008. Forkanningar eru gjørdar.

Hetta eigur at liggja fast, um nakað álit skal vera á politiska lívið í Føroyum frameftir, og ein nýggjur landsstýrismaður kann ikki einsamallur broyta hetta.

Sandoyartunnilin er alneyðugur nú.