Vígdis Skorheim, leiðari fyri stovnin MEA og Mattias Stølen Due, stjóri fyri Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tá alt sum hin parturin ger er skeivt og keðiligt

- Tað kann vera ein stór broyting í lívinum - frá at vera eitt forelskað par, har tað ber til at fara saman allastaðni, til broytta leiklutin sum foreldur fyrstu ferð, sigur Vígdis Skorheim, leiðari í MEA.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri stovnin MEA og Mattias Stølen Due, stjóri fyri Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Mynd: Álvur Haraldsen.

Síðan sjálsvognarstovnurin MEA, ið húsast á Garðavegi 57 í Klaksvík, byrjaði sítt virksemi, hevur regluliga verið skipað fyri eitt nú ráðstevnum, fyrilestrum og skeiðum.  

Orðið “MEA”, sum er latínskt, merkir “mín familja”, og tað er familjan, sum er kjarnin í arbeiðnum hjá stovninum, har Vígdis Skorheim er dagligur leiðari. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur lisið námsfrøðiliga sálarfrøði á DPU.   

 

MEA keypir sær eisini fakliga hjálp og vitan í sínum arbeiði at veita bestu og hollastu tænastu, ið byggir á gransking, sum tey hava atgongd til hjá viðurkendum samstarvspørtum.

 

Fyrr í ár bjóðaði MEA soleiðis enn eitt tilboð, ið er eitt ókeypis parskeið til øll smábarnaforeldur. Hetta letur seg gera, nú bæði Almannamálaráðið og nakrar kommunur stuðla undir arbeiðnum hjá stovninum.

Sjálvt endamálið hjá MEA er eisini at arbeiða fyribyrgjandi og at skapa góð sambond millum menniskju, bæði í parlagi og uttan fyri parlagið. Vígdis Skorheim vísir á, at góð sambond í familjum og millum menniskju hava alstóran týdning fyri lív og triðvnaðin hjá okkum øllum.

 

- Tá okkurt kemur ímillum góðu sambondini, er sorg og missur ofta ein avleiðing. Talan kann vera um ósemjur ella stríð av einum og hvørjum slag sum ger, at sambond slitna, sigur hon.

 

Nógv børn og vaksin líða, tí tey av eini ella aðrari orsøk ikki trívast í teirra tøttu sambondum, og tað gongur út yvir tað einstaka menniskja, familjuna og samfelagið bæði nú og í framtíðini. Tryggleiki og trivnaður í samanspælinum millum menniskju hevur ómetaliga stóran týdning. Tískil vilja vit við okkara arbeiði styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing, fyrilestrar og skeið - til gleði og gagns fyri børn, ung og vaksin. 

 

Vígdis Skorheim vísir á, at MEA vil styrkja hin einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiði - eisini eftir møguligan skilnað, sum eisini er ein veruleiki millum pør.

MEA hevur samstarv við eitt nú Center For Familieudvikling í Danmark, sum hevur arbeitt á hesum øki í fleiri ár og hava drúgvar royndir á økinum.

 

- Okkara arbeiði byggir á gransking, so vit altíð hava nýggjastu vitanina og bestu amboð til at veita røttu hjálpina til pør. Málið hjá MEA er at koma út um alt landið við tilboðnum um ókeypis parskeið, soleiðis at tilboðið kann veitast í nærumhvørvinum kring landið.

 

Sum familjuráðgevi greiðir Vígdis Skorheim frá, hví júst fólk, sum eru smábarnaforeldur, nú hava eitt standandi tilboð um ókeypis parskeið.

 

- Vit kundu hugsað okkum, at fyrstu ferð fólk gerast foreldur, er alt gott, ljósareytt og fantastiskt, og hví er tá neyðugt við parskeiði? 

Men, her vísir leiðarin í MEA á, at gransking aðrastaðni vísir, at stórur partur av teimum, sum gerast foreldur fyrstu ferð, uppliva, at nøgdsemi í parlagnum minkar.

- Fólk skulu finna seg til rættis í nýggja leiklutinum sum foreldur, og tá kann tað vera skjótt at gerast troyttur. Nú eru tey ikki bara par longur, men eisini foreldur, og tað merkir, at samskifti í parlagnum broytist. 

Vígdis Skorheim sigur, at tað hevur víst seg at vera umráðandi hjá fólki, sum fyrstu ferð gerast foreldur, at tey fáa nøkur amboð at arbeiða við og nakrar vegleiðingar um, hvussu tey kunnu samskifta og finna hvønn annan aftur sum par.   

 

Men, hvørji amboð skulu so til fyri, at parlagið kann vera gott og gevandi - eisini eftir, at fyrsta barnið er komið?

- Flestu, sum liva í parlagi, munnu kenna seg aftur í at vilja broyta partnaran, tí tað er sum oftast hinum partinum, tað er galið við. 

Hon vísir á, at setningar sum “... hví tekur tú ongantíð sokkarnar upp?” og “... nú havi eg skift sjey blæður - hví skiftir tú ongantíð?” eru ikki ókendir - bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni av tí, vit kunnu kenna okkum aftur í.

Vígdis Skorheim vísir á, at tað sjálvandi ikki ber nakran veg bara at finnast at hvørjum øðrum í einum parlagi og siga, at alt, sum hin ger, er skeivt og keðiligt.  

- Tá vit eru troytt og skulu finna okkum í nýggja leiklutinum sum foreldur, orka vit ofta illa at hygga eftir okkum sjálvum. Tí kann tað ofta vera gott við hjálp, vegleiðing og onkrum amboðum at arbeiða við, sigur hon. 

Vígdis Skorheim ásannar, at tað saktans kann kennast truplari við fleiri børnum enn júst tí eina barninum.

- Men, tað kann vera ein stór broyting í lívinum, tá fyrsta barnið kemur - frá at vera eitt forelskað par, har tað ber til at fara saman allastaðni, til broytta leiklutin sum foreldur fyrstu ferð.

Tað er júst tí, sigur hon, at MEA, sum hevur fyribyrgjandi endamál, bjóðar ókeypis parskeið til øll smábarnaforeldur. 

 

Tá vit herfyri hittu Vígdis Skorheim til prát, hevði leiðarin á Center For Familieudvikling í Danmark, Mattias Stølen Due, júst hildið forvitnisligan fyrilestur í Smæruni í Havn, og hann var við í prátinum henda dagin, vit hittust. Fyrilesturin hjá honum hevði heitið ”Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av”.

Í fyrilestrinum ásannaði Mattias Stølen Due, at hóast parlagið og hjúnalagið eru til gleði, kann tíðin, tá fyrsta barnið kemur, saktans gerast ein avbjóðing í samlívinum. 

Við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum setti Mattias Stølen Due gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin. 

Men, danski kapasiteturin kom eisini við góðum ráðum um, hvussu fólk í einum parlagi ítøkiliga kunnu viðgera tvørleikarnar og varðveita gleðina í parlagnum og familjuni.  

Mattias Stølen Due, sum er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn, er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur seinastu 13 árini nomið sær serkunnleika innan arbeiðið við parløgum.  

Hann hevur hildið fleiri fyrilestrar, og hann hevur havt parviðgerðir og parskeið og hevur millum annað eisini givið út bókina "Pas på forholdet" - ein bók, ið er týdd til trý mál. 

Samstarvið millum MEA og Center For Familieudvikling í Kepmannahavn, ber eisini millum annað við sær, at stjórin á Center for Familieudvikling situr í stýrinum í MEA í Føroyum.

 

 

 

 

 

Vígdis Skorheim, leiðari fyri stovnin MEA og Mattias Stølen Due, stjóri fyri Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Mynd: Álvur Haraldsen.